Samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin skuldu eftir ætlan byrja klokkan 17, men vóru útsettar vegna fundarvirksemi í Javnaðarflokkinum Fyri løtu síðan komu umboðini fyri Javnaðarflokkin endiliga niðan í Løgtingið aftur, har samráðingarnar um nýggja samgongu fara fram.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, váttaði fyrr í dag, at teir sótu á fundi ?úti í býnum?, og sum skilst, var hetta also á Gamla Apoteki.
Helst hevur hesin fundurin snúð seg um, hvussu fast teir skullu halda í løgmanssessinum, og um teir vilja sleppa honum, so hvussu nógv teir vilja krevja afturfyri hann.
Samráðingarnar flokkanna millum halda sostatt fram nú, men um nøkur niðurstøða verður at vænta í kvøld, er enn ilt at gita um.
Portalurin fylgir gongdini.