Fundur um TFT og aðrar øðrvísi viðgerðarhættir

Nú er hann aftur her, Lars Mygind, og fer at halda fyrilestur í B 36-húsinum týskvøldið 13. septembur kl. 19.00. Hann fer at greiða frá seinastu hættunum innan lekidóm og orkuheilivág. Lars er millum undangongumenninar í Danmørk innan øðrvísi (alternativa) viðgerð, og bæði viðskiftafólk og lærlingar hansara uppliva tað, ið av og á nærum kann samanberast við undurverk.

Lars Mygind hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður og greitt frá TFT, ið er stytting fyri Thought Field Therapy, ein viðgerðarháttur, ið vindur skjótt upp á seg kring heimin allan. Hetta kvøldið fer hann umframt TFT eisini at at greiða frá andadráttarviðgerð, djúphugsan (meditation), mati, látri og dukandi elektromagnetiskum økjum, sum somuleiðis tekur seg fram og vísir seg at veita linna og lekidóm.

Sum kvøldið líður, fer Lars at veita viðgerð og sýna, hvussu hesir viðgerðarhættir kunnu hjálpa og kanska lekja, um alt gongur eftir vild.

Fyrrapartin mikudagin 14. septembur hevur hann eina miniworkshop um somu evni, og har fáa fólk eisini høvi til at læra meiri um hesar viðgerðarhættir og um, hvussu ein kann læra til viðgera (terapeut).

Miniworkshoppin verður í hølunum hjá Sp/f Koyrikortinum í Slættanesgøtu 5. Til ber at boða frá luttøku týskvøldið í B36-húsinum ella við at ringja 318821 ella 218777.

Í heyst roynir Lars Mygind seg sum rithøvund saman við konu sínari Hanne Heilesen, tá ið tey á forlagnum Borgen geva út bók um TFT. Hetta er fyrsta bókin á donskum um hetta evnið.

Uppvaksin í sjónleikaraumhvørvi (sonur Jytte Abildstrøm og bróðir Peter Mygind) dugir hann sera væl at greiða frá einum álvarsomum og djúpum evni soleiðis, at flestu áhoyrarar fáa spent láturvøddarnar væl og virðiliga kortini.

Fundurin í B36-húsinum og miniworkshoppin eru ókeypis, og kaffi verður at fáa.