Í vikuni verður ein spennandi fundur í Kanada, har londini við Norðpólin fara at tosa um, hvussu tey skulu skulu skipa rættindini til undirgrundina í tí arktiska havinum.
Londini, sum verða á fundinum, eru Kanada, USA, Russland, Noreg og Danmark/Grønland. Londini hava longu gjørt fleiri vísindaligar kanningar í økinum fyri at fáa staðfest síni egnu rættindi.
Tað kann fáa stóran týdning, tí vísindafólk halda, at sera nógv olja og nógv gass er í undirgrundini kring pólin.
Ætlanin er at fáa eina semju at leggja fyri ST í 2013.