FUNDUR
Kvinnuhúsið stílar fyri almennum fundi um prostitutión ? skøkjulevnað - í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 11. september kl. 19.30.
Og tað er ikki uttan orsøk, at Kvinnuhúsið hevur tikið stig til fundin.
?Seinastu árini hava strepatease dansarar verið í Føroyum og framført. Sama hendi fyri fáum árum síðan í Íslandi, hettar hevur útviklað seg til, at har eru 7 bordellir. Nógvir pengar eru í pornoídnaðinum.Tað bíligasta fyri fyriskipaðarnar er at fáa, ofta undir skeivum fortreytum, útlendskar kvinnur. Kvinnurnar eru flestar úr Ásia og Eysturevropa, hava visum í avmarkaða tíð, og hava tí ikki nøkur rættindi og eru prísgivnar fyriskiparinum. Royndirnar úr Noregi, eftir at olja var útvunnin har, og nógv fremmand arbeiðsmegi kom til landið, eru at krøvini um kynsligar veitingar eru øktar munandi, skrivar Kvinnuhúsið í tíðindaskrivi.
Kvinnuhúsið metir, at tað frá politiskari síður eigur at verða gjørt greitt, hvør hugburðurin er.
?Er tað góðtikið, at vit hava alment streaptease show í Føroyum? Hvar kunna vit vænta tað næsta verður? Lat okkum verða medvitandi um trupulleikan, áðrenn vit standa mitt í honum, ljóðar tað frá Kvinnuhúsinum.
Fyrilestrarhaldari á fundinum verður Dorit Otzen, sum er víðagitin sosialráðgevi í Danmørk. Hon hevur fingist nógv við viðgerð til fólk, ið eru komin illa fyri orsakað av skøkjulevnaði og rúsevnum.