Fundur um lesitrupulleikar

Kunnað verður um virksemið og ætlanir, sum Felagið fyri lesi- og skrivitrupulleikar hevur í umbúna

FUNDUR

Í morgin fríggjadagin verður fundur í MBF-Húsinum kl. 19. Tað er Felagið fyri lesi- og skrivitrupulleikar, sum skipar fyri fundinum. Endamálið við fundinum er at greiða frá virkseminum í felagnum, kunna um, hvørjar ætlanir felagið hevur og hvat verður á skránni í ár. Ásla Prior, sum upprunaliga er útbúgvin sjúkrasystir, heldur fyrilestur. Hon viðger børn við lesi- og skrivitrupulleikum.
Síðani stovnan fyri einum ári síðani hevur Felagið fyri lesi- og skrivitrupulleikar stríðst við at fáa at sett á stovn kvøldskúla til vaksin við lesi- og skrivitrupulleikum. Mentamálastýrið hevur gingið umbønini á møti og hevur játtað Tórshavnar Kvøldskúla at fara undir slíkt skeið.
- Hetta er eitt stórt framstig. Umframt hevur felagið í umbúna at skipa fyri regluligum lesiskeiðum á Oyrarbakka fyri børn í øllum aldri, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar. Enn er lærari ikki fingin til vega til skeiðini, sigur Anne-Karin Kjeld, forkvinna í Felagnum fyri lesi- og skrivitrupulleikar.
Felagið vónar góða undirtøku til fundin fríggjakvøldið, sum eisini hevur kaffi og prát á skránni. Øll eru vælkomin.
Eini 30 fólk eru virkin í felagnum, og felagið hevur tætt samband við serfrøðingar so sum sálarfrøðing, serlærarar, lærarar, og pedagogar.