Kári á Rógvi
Vegna stýrið í Føroya Óðalsfelag:
????????????????????????????
Føroya Óðalsfelag fer mikukvøldið 4. juli at halda fund á Svangaskarði á Toftum.
Føroya Óðalsfelag heldur fundir um alt landið til tess at fáa greiðu á, hvat óðalsmenn, traðarmenn og smærri festarar halda um landbúnaðarálitið.
Í landbúnaðarálitinum er uppskot um lóg um búnaðarjørð. Tað uppskotið hevði ført við sær ognartøkur og eina øgiliga almenna umsiting av ognarjørðini, var tað samtykt. Serliga fellir tað óðalsmonnum fyri bróstið, at reglur um arvarætt, aldur, framleiðslu og áseyðaskipan verða smíðaðar uttan at fyrilit fyri eini so aldargamlari mentan sum óðalsmentanini.
Á Toftum fer óðalsfelagið eisini at viðgera støðuna hjá teimum smærru festarunum og hjá traðarmonnum.
Serliga í markatalsbygdunum Nesi og Oyndarfyrði eru rættiliga nógv smá festi, ofta eina mørk ella minni. Festarin situr við landsjørð, men rekur vanliga brúkið á júst sama hátt sum óðalsmenn. Jørðin er eitt ískoyti hjá húsarhaldinum, og ein mentunarberandi partur av lívi teirri. Hesi smáu festi hvørva so við og við eftir galdandi lóg um landsjørð. Landbúnaðarálitið tekur heldur ikki fyrilit fyri teimum smáu festunum og teirra týdningi fyri trivnaðin á bygd.
Nógvar leiðutraðir eru um alt landið. Hesar eru oftast tiknar av kongsjørðini. Tá so er, fella tær aftur til festið, tá traðarfólkini doyggja. Men, ofta hava bør teirra tá røkt trøðna í fleiri ár. Fyri nógv húsarhald kennist tað sum dyggur smeitur, at traðirnar verða tiknar frá teimum á henda hátt.
Óðalsfelagið heldur, at betri var, um smærru festarar og traðarfólk sluppu at keypa jørðina, heldur enn at myndugleikarnir taka hana frá teimum. Ein hálvmørk kann vera eitt vælsignilsi, tvær merkur ein kleppur um beinini. Í øllum førum er týðandi, at hava eina so liðiliga skipan sum gjørligt.
Fundurin á Toftum verður á Svangaskarði kl. 19:00 mikudagin 4. juli 2001.