Í hesum døgum eru trý umboð fyri Heilsustovn Náttúrulæknafelag Íslands (HNLFÍ) í Føroyum, og í kvøld klokkan 20 verður skipað fyri almennum kunningarfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tey, sum eru í Føroyum umboðandi HNLFÍ, eru Margrét Grímsdóttir, deildarleiðari fyri sjúkrasystrar, Ingi Þór Jónsson, marknaðarleiðari og Haraldur Erlendsson, stjóri og yvirlækni.
Tað eru eisini hesi trý í somu raðfylgju, sum eru við á myndini.
Tey eru í Føroyum fyri at kunna um teir mongu møguleikar, sum heilsustovnurin í Hveragerði hevur at bjóða.
- Vit vilja fegin møta vanliga føroyinginum, fyritøkum, læknum og myndugleikum í Føroyum, nú vit eru her, siga tey trý.
Margrét Grímsdóttir, Ingi Þór Jónsson og Haraldur Erlendsson siga, at Heilsustovnur Náttúrulæknafelag Íslands í Hveragerði, sum liggur 40 kilometrar úr Reykjavík, bjóðar fram úr góðar viðgerðir innan heilsu í styttri ella longri tíðarskeið.
- Tilboðið er fyri øll, sum vilja njóta lívið í heilsugóðum umhvørvi. Vit hava góðar umstøður, róligt umhvørvi og tætt samband við náttúruna. Fjølbroyttar viðgerðir eru í boði, og áhugaverd støð eru at síggja í nærumhvørvinum.
Tey leggja aftrat, at eitt uppihald á Heilsustovninum gevur fólki møguleika at læra nýggjar og skilagóðar leiðir innan rørslu, kostvenju og svøvn.
- Á fundinum í Miðlahúsinum í kvøld fara vit at kunna um tilboð og tænastur á Heilsustovninum, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey trý, sum eisini vísa til heimasíðuna hjá stovninum www.hnlfi.is
Vit kunnu leggja aftrat, at heilt síðan 1955 hevur HNLFÍ veitt íslendska heilsuverkinum tænastur, og í dag koma umleið 2000 fólk til endurbúgvingar á hvørjum ári.










