Fundast við Kina um evrukreppuna

Leiðararnir í ES eru í dag í Kina og tingast við kinesisku stjórnina um kreppuna í evruøkinum. Kina hevur ikki dult fyri, at landið stúrir eitt sindur fyri búskaparkreppuni í ES, og stjórnin í Beijing hevur biðið ES-leiðararnar um at taka neyðug stig fyri at venda gongdini. Orsøkin til ta kinesisku umsorganina er fyrst og fremst, at ES er tann størsti marknaðurin hjá kinesiska ídnaðinum.

ES-leiðararnir hava fyrr mælt Kina til seta pengar í kreppugrunnin, sum skal hjálpa kreppuraktum evrulondum. Enn hevur kinesiska stjórnin ikki lovað at hjálpa, men Wen Jiabao, forsætisráðharri (myndin), segði fyrr í hesum mánaðinum, at Kina umhugsar at hjálpa ES umvegis Altjóða Gjaldoyragrunnin. Eygleiðarar siga, at møguliga fer kinesiska stjórnin at boða frá støðutakan síni í dag.

Á fundinum í dag fara Wen Jiabao, Herman van Rompuy, ES-forseti, og José Manuel Barroso, ES-nevndarformaður, eisini at tosa um støðuna í Sýrialandi og um kjarnorkuverkætlanina hjá Iran.