Fundast um Turkland

Seinnapartin er tingið komið saman at hava 1.viðgerð av einum uppskoti til samtyktar um at góðkenna fríhandilssáttmála við Turkland

Føroyar hava samráðst seg til eina fríhandilsavtalu við Turkland.

Tí hevur landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum, Poul Michelsen, Framsókn, lagt eitt uppskot tils amtyktar fyri tingið, sum góðkennir sáttmálan.

 

Á dagsskránni í dag er eisini framløga. Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, hevur lagt eitt uppskot til broytingar í lógini um vernd av djórum.

 

Viðvíkjandi handilssáttmálanum millum Føroyar og Turkaland tóku øll framsøgufólkini undir við honum - uttan formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana.

Hann vísti á, at Turkaland ikki virðir mannarættindini og tí er hann ikki partur av jubelkórinum, sum  heldur at hesin handilssáttmálin er so fantastiskur.

 

Málið var beint í uttanlandsnevndina.