Fundast um heimsbúskapin

Fíggjarmálaráðharrarnir og tjóðbankastjórarnir úr 20 teimum fremstu ídnaðarlondunum halda í hesum døgum fund í Meksiko um støðuna í heimsbúskapinum.

Ovast á dagsskránni eru kreppan í Evropa og hallið á amerikonsku fíggjarlógini, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP stúra fleiri av luttakarunum fyri teimum avleiðingum, sum hesi viðurskiftini kunnu fáa fyri allan heimsbúskapin.

Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevur lækkað sína vakstrarmeting fyri 2012 í 3,3 prosent. Samstundis er arbeiðsloysið í evrulondunum farið at toga í 12 prosent, og í teimum sokallaðu nýggju búskaparveldunum er vøksturin minkaður.