Fundaðist einsamallur við CIP í fleiri tímar

- Tað er eingin ivi um, at tað var løgmaður, sum førdi samrøðuna við Rúna Bro Róin í CIP, og gjørdi avtaluna um break-fee á eina millión.

 

- Tað er eingin ivi um, at tað var løgmaður, sum førdi samrøðuna við Rúna Bro Róin í CIP, og gjørdi avtaluna um break-fee á eina millión. 

Tað sigur Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í innlendismálaráðnum. 

 

Løgmaður hevur í fleiri førum broytt støðu, tá ið hann er spurdur um sín leiklut í samband við CIP avtaluna, sum varð gjørd í samband við ætlanina um Skálafjarðartunnilin. 

 

Rúni Joensen hevur í dag verið til avhoyringar hjá kanningarstjóranum í Skálafjarðartunnilsmálinum. 

 

Hann vísir á, at tann 24. juni í fjør, bert tríggjar dagar áðrenn avtalan við CIP eftir ætlan skuldi undirskrivast, varð hann uppringdur av løgmanni, sum segði, at málið skuldi í tingið, og tí skuldi ikki skrivast undir. 

 

Samstundis segði løgmaður, at hann hevði havt telefonfund við CIP sama morgun um hesa støðu. 

 

Tann 26. juni eru umboðini fyri CIP komin til Føroya, og eftir ætlan skuldi Rúni Joensen og umboð fyri Innlendismálaráðið hittast við Rúna Bro Róin og eitt annað umboð frá CIP klokkan 9.00 hendan morgun. Men Rúni Bro Róin kemur ikki, tí hann er skuldi á fund við løgmann klokkan 9.00. Rúni Joensen og hini embætisfólkini bíða til klokkan 14.00 eftir Rúna Bro Róin, tí ikki fyrr enn tá er fundurin millum hann og løgmann liðugur. Sostatt fundaðust løgmaður og Rúni Bro Róin einsamallir í fimm tímar hendan dagin. 

 

Sama hendir morgunin eftir. Rúni Joensen og hini embætisfólkini skuldu hittast við Rúna Bro Róin úr CIP klokkan 9.00 27. juni, men aftur hesaferð skal Rúni Bro Róin á fund við løgmann eisini klokkan 9.00. Klokkan 10.00 fær Rúni Joensen boð um, at hann skal møta á fundi hjá løgmanni saman við trimum øðrum, og sostatt eru seks fólk á fundi, harav tvey CIP umboð. 

 

- Løgmaður og Rúni Bro Róin eru ikki samdur um hvat skal henda, men fyri at Rúni Bro Róin skal vísa vælvilja fyri at halda fram, krevur hann eina break fee avtalu á 10 milliónir. Løgmaður sigur tað ber ikki til, og síðani samráðast teir báðir seg fram til 1 millión í break fee til CIP, segði Rúni Joensen. 

 

Rúni Joensen ger púra greitt, at tað er løgmaður einsamallur, sum ger avtaluna um break fee við CIP, hóast hann ikki vildi skriva undir avtaluna, men bað Kára P. Højgaard um at skriva undir sama kvøld. 

 

- Sum juristur kann eg siga, at Kári P. Højgaard var tann, sum skrivaði undir, og tí eigur hann formelt avtaluna, men í veruleikanum var tað Kaj Leo Holm Johannesen, sum gjørdi avtaluna um break fee, segði Rúni Joensen í dag í Føroya Rætti. 

 

Lesið eisini: Gjørdi einsamallur avtaluna um milliónina