21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni í kvøld. Toppliðið, uppflytarin og longu gullvinnarin TB verður partur av grannauppgerð á Vágseiði. Vertur er FC Suðuroy, sum kappast við 07Vestur um saman við TB at flyta upp.
Tvær lokaluppgerðir í Suðuroy hava verið fyrr i summar. Ta fyrru, sum var á Vágseiði, vann TB 2-0, og tann seinna, sum var í Trongisvági, endaði 2-2. Hetta var einasta ferðin higartil í ár, at TB ikki vann fulla úrtøku.
07Vestur bíðar torfør avbjóðing í Gundadali, har B36 er vertur. Í fjórða umfari vann B36 á heimavølli 5-2 á 07Vestur, og í 14. umfari vann 07Vestur 2-0 á B36 í Sandavági.
KÍ, EB/Streymur og HB kappast um at sleppa undan niðurflying. Undan 21. umfari hava øll hesi liðini 16 stig. Í kvøld hittast KÍ og EB/Streymur í Klaksvík. Tá ið liðini í vár hittust í Klaksvík, vann KÍ 3-0, og tá ið tey hittust við Margáir, vann KÍ 4-0.
HB fær í kvøld vitjan av NSÍ, sum fyrr í summar tær ferðir hevur vunnið fulla úrtøku ímóti HB – 3-2 í Gundadali og 7-1 við Løkin.
Síðsti dysturin verður í Leirvík millum Víking og AB, sum bæði eru miðskeiðis á talvuni. Liðini hava fyrr í ár vunnið hvør sín heimadyst ímóti hvørjum øðrum – Víkingur vann 2-0, og AB vann 7-0.
KÍ-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 18.00
Víkingur-AB: Bjarki Danielsen kl. 19.00
HB-NSÍ: Vinjard Dam kl. 18.00
B36-07Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
FC Suðuroy-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 18.30
Støðan undan 21. umfari
TB 58
FC Suðuroy 36
07Vestur 33
B36 31
NSÍ 27
AB 26
Víkingur 21
KÍ 16
EB/Streymur 16
HB 16