Fult hús á Húsarhaldskúla Føroya

Týsdagin byrjaðu  21 næmingar úr øllum Føroyum á Húsarhaldsskúla Føroya.

 

Fyrstu vikuna hava vit brúkt til at læra hvønn annan betur at kenna.

 

Næmingarnir hava grillað út í Grøv, verið gongutúr niðan á Klakk, busstúr í Klaksvík oa.

 

Mikudagin gongur leiðin til Svínoy har gist verður í Gamlagarði.

 

Ein spennandi og  mennandi tíð fyri framman har næmingarnir sleppa gjøgnum eitt skeið á 7 mánaðir at royna sínar veingir – bæði gastronomiskt, kreativt og ikki minst sosialt.