Heiðabáturin og Árnfirðingur royndu at hanga uppií, og fyrra partin av teininum var tað serliga Heiðabáturin, sum royndi at leggja upp á síðuna av Argjabátinum.
So fór Argjabáturin at ganga, og tá ið teir umborð á Heiðabátinum so ikki tóktust at hava meiri orku, so øktist munurin frá tí fremsta og til teir næstu.
Á málinum var Argjabáturin eina bátslongd frammanfyri Árnfirðing. Talan var tískil um góða ólavsøku fyri Argja Róðrarfelag, sum vann bæði dreingjaróðurin og 8-mannafarsróðurin.
Argjabáturin er einasti báturin, sum hevur vunnið allar sjey FM róðrarnar í ár.
Úrslitið
1 Argjabáturin 04:10.01
2 Árnfirðingur 04:13.21
3 Heiðabáturin 04:16.12
4 Knørrur 04:17.19
5 Nevið Reyða 04:19.15
6 Ørvur 04:19.17
7 Miðvingur 04:26.16
Endaliga støðan
1 Argjabáturin 49
2 Árnfirðingur 36
3 Ørvur 32
4 Knørrur 30
5 Nevið Reyða 6
6 Heiðabáturin 5
7 Miðvingur 1










