Fult hús á hvalastøðini við Áir

Mentanarvikan hjá Sunda kommunu byrjaði við fullum húsum á hvalastøðini við Áir, tá væl yvir 500 fólk í góðveðrinum leygardagin høvdu leitað sær oman á hvalastøðina við Áir til tiltakið, ið Søvn Landsins skipaðu fyri. Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi:

Hvalastøðin hevur ligið still síðan 1984, tá seinasti hvalurin var drigin upp á støðini. Fólk úr øllum landinum, men kanska serliga úr Sundalagnum vóru farin av húsum at vitja hvalastøðina, nú hon fyri fyrstu ferð í yvir 25 ár var opin aftur. Bæði ung og gomul hugdu við áhuga at maskinum, tólum, myndum og bygningum og prátið gekk dúgliga. Serliga var tað nemandi at síggja og hoyra tey greiða frá, ið mintust aftur á gamlar dagar, tá hvalstøðin enn var virkin.

Tað er onki at ivast í, at hvalastøðin hevur havt stóran týdning fyri fólkið í Sundalagnum, og at hon er varðveitingarverd. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur mælt Løgtinginum til at fara undir at endurskapa hvalastøðina, og eftir at Løgtingið í fjør játtaði pening til hvalastøðina við Áir, arbeiða Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna nú í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum – hesaferð sum savn og upplivingardepil.

Tiltakið var sera væl fyriskipað av Søvnum Landsins, sum síðan í vár hava gjørt bráðfeingis umvælingar og hampað um á støðini. Arbeiðið hevur gjørt stóran mun, og nú ber til at ímynda sær, hvussu hvalastøðin fer at virka sum savn í framtíðini.

Sí myndafrásøgn