Mannfólkahørmurin frá Hanky Panky the Show heldur áfram, Hans Marius og Sveinur smelta kvinnuhjørtuni og studentarnir fáa 3 fyri tvey. Stemningurin í Café Natúr var elektriskur, tá ið Hanky Panky The Show fyrstu ferð fór í luftina úr Caféini seinasta fríggjakvøld og nú sparka teir báðir mansjauvinistarnir hýrin enn fleiri stig uppeftir.
Beinleiðis úr Café Natúr dirigera teir báðir, Eyðfinn Drewsen og Johan í Kollafirði, ti besta ballinum í býnum. Feiti tónleikurin, svøku hugskotini og stuttligu kappingarnar, gera at Café Natúr er einasta staðið at vera fríggjakvøld ? og serliga hjá teimum lesandi. Tilboðið er einfalt: Keyp tvey og fá trý ella keyp trý og betal fyri tvey.
Teir báðir hjartaknúsararnir, Hans Marius Ziska og Sveinur Gaard Olsen eru tónleikagestir í Hanky Panky the Show. Teirra inniligi, hjartanemandi og melodiøsi tónleikur er perfektur til at blíðka kvinnurnar aftur, tá ið Johan og Eyðfinn gerast ov grovir. Men bara eina løtu, tí so skjótt sendarin hjá Rás 2 sløknar, so skrúva Hans Marius og Sveinur for frá.
Livandi tónleikur leygarkvøldið
Tað er einki betur stað í Havnini at seta hol á leygarkvøldið enn í Café Natúr. Hugnaliga og fjálga umhvørvið, blíðu barrvørðarnir og serligi stemningurin ger, at tú alt fyri eitt kennir teg væl.
Tá so náttin er um at vinna á kvøldinum, seta Hans Marius og Sveinur stikkið í og so gongur leiðin inn í tónleikaheimin hjá Marius. Tað er fangandi, royndur, sigandi rokkur. Gloym veturin og droym teg aftur til sól og summar í Café Natúr leygarkvøldið.