Fullveldisproklamatiónin - óðamannaverk

-

At proklamera fullveldið her og nú vildi verið óðamannaverk. Tað er tað mangt sum tíðir upp á, nú vit kjakast um hvítubók. Danski skattamálaráðharrin, Ole Stavad, sum var gestarøðari á landsfundi Javnaðarfloksins í Sanoynni herfyri, er greiður í sínum boðskapi til okkara føroyingar: hann klamsaði nevnuliga lokið í á danska peningakassanum beint niður yvir fingrarnar á føroyska landsstýrismanninum, harra Høgna Hoydal, sum hevur kalkulerað við donskum peningi - danskari hjálp í 15-20 ár eftir at vit hava proklamerað fullveldið. Harvið dettur eisini mest avgerandi fortreytin fortreytin fyri metingunum í Hvítubók burtur. Danir vilja ikki gjalda fullveldisgildið her og nú hjá Tjóðveldisflokkinum, og hvør skal so gjalda? Minnist til, frá fullveldið vendist ikki aftur.

Men var tað ikki væntandi? Ein sandingur segði tað so beinrakið á fundinum í Skopun: Góðin, ein kann kanska rokna við, at danir eru meira ella minni idiotar, men at allir skulu vera kraftidiotar, tað er ov nógv at vænta!

Hví skulu 15-20 ár eftir at vit hava meldað okkum út úr ríkisfelagsskapinum við teir? Melda vit okkum út við at proklamera fullveldið, so hava vit ongi rættindir mótvegis Danmark meira. At krevja teir so at gjalda álíkavæl ein generatiónsaldur fram, tað er nógv at forlanga av danska fólkinum. Nei, tá ið vit taka fullveldið, so er at gjalda sjálvir, og tað orka vit ikki, sum er, sigur Hvítabók.

Alt peikar tí tann vegin, at tað er óðamannaverk at proklamera fullveldið her og nú, og tað er heldur ikki neyðugt fyri at náa teim málum, sum vit hava sett okkum.

Í besta fall eiga vit, at fara undir at fáa fyritreytirnar upp á pláss yvir tey komandi 15-20 árini. Nú eiga vit at gera ein sáttmála herum við Danmark, sum eisini avtalar, hvussu skjótt og hvussu langt vit fara á sjálvstýrisleið uttan at fara úr ríkisfelagsskapinum og helst eisini uttan at fara undan ta donsku grundlógini.

Alt annað verður at spæla franska rolet við lívskorunum hjá okkum føroyingum og eftirkomarum okkara. Hvítabók sigur, sum vænta, at alt ber til, um vit vilja gjalda prísin, men prísurin kann gerast sera høgur, so vit kunnu koma at missa meira fyri minni. Vit eiga at minnast til, at støðan her hjá okkum í dag er tann, at vit hava hákonjuktur, og tó hava vit ikki ráð til sømulig kor á nógvum samfelagsøkjum, sum krevja stóra peningaorku, til dømis:

Stórt sæð allur fiskiskipaflotin er niðurslitin. Strandferðsluflotin er niðurslitin. Flogvøllurin krevur stórar ábøtur. Vit ætla okkum undir fleiri tunnlar undir sjónum. Heilsusektorurin er afturútsigldur. Undirvísingarverkið krevur stórar ábøtur. Almannaskipanin er foroldað. Eingin eftirlønarreformur er enn í eygsjón. o.m.a.

Hvussu skulu vit røkka hesum málum einsamallir, tá lákonjuktururin kemur aftur, tá fiskanøgdir og fiskaprísir ganga okkum ímóti og rentustøðið hækkar aftur? Og tá skal livistøðið ikki lækka?

Hvør skal tryggja tað føroyska krónuvirðið, um Danmark fer yvir til euro?in. Vit skulu ikki upp í EU - ella hvussu? Verður tað tá sum í Íslandi, har menn eftir heimsbardagan mistu alla sína uppsparing, tí inflatiónin át hana upp yvir stutta tíð? Íslendingar máttu tá brúka hvørt oyra sum skjótast, tá lønin var komin, tí viku seinri varð virðið minkað so munandi.

Er tað slík kor okkum stendur í væntu?? Vælsignaðir menn, loypið ikki framav, tí tað kann koma okkum aftur um brekku í gráum kálvskinni.

Landsstýrismaðurin í fullveldismálum fyrikemur ikki so heilt greiður og álítandi longur, og øll argumentini hjá honum halda ikki, tó eg ikki ivist í, at hann meinar tað væl. Hann er ungur og manglar lívsroyndir, er tí alt ov teoretiskur. Til dømis er eitt argument, at tað fer at ganga sum fótur í hosu at menna nýggjar lønandi vinnugreinar, bert vit taka fullveldið? Vit hava ment eina lønandi vinnugrein av týdningi seinastu 25 árini - tað er alivinnan, og hon er fyrst nú vorðin lønandi?

Vit kunnu ikki proklamera fullveldið fyri ein hvønn prís, tað eru tað vónandi onnur í Tjóðveldisflokkinum - við royndum - og í hinum samgonguflokkunum, sum ásanna og duga at síggja. Tí má kósin broytast. Annars verður sera torført at gera nakrar semjur við andstøðuflokkarnar.

Tað er óverdugt at fara til Danmarkar at samráðast um hesi stórmál fyri okkum um framtíð Føroya uttan breiða uppbakking á Føroya Løgtingi. Og tað er stórur vandi fyri, at alt so dettur á gólvið, og tað vildi verði spell.

Tað vildi verið til miklan sóma fyri okkum føroyingar, um Føroya Løgting - ella í hvussu er teir fyri stóru flokkarnir - kundi samst um eitt grundarlag, áðrenn farið varð til Danmarkar. Tað hevði verið ein verdug støða at verið í hjá samráðingarnevndini at vita ein hevði fólkið í rygginum.

Útspælið eigur samgongan við løgmanni og varaløgmanni á odda. Eru hesi før fyri at liva upp til hesar forvæntningar frá Føroya fólki? Tað er tað, vit biðja eftir í løtuni!

Men hetta er ikki mál, sum eigur at skundast ígjøgnum, tí hastverk er lastverk. So takið tykkum tað neyðuga tíðina hartil.