FULLVELDISHALLIÐ 500-700 mill kr árliga

Loysnin: Tann frægasti hátturin at minka hallið, hevði verið at hækka ríkisveitingina aftur til støðið í 2001 og prístalsregulera hesa. Tí orsøkin til hallið er skerjanin av veitingini! Eisini er neyðugt at tryggja at henda veiting fer til tænastur, ið hon er ætlað til.

Um ríkisveitingin skuldi verið skerd, kundi leisturin, ið er avtalaður í samgonguskjalinum verið nýttur.

Tað hevði, saman við góðari búskaparstýring, tryggjað vælferðarsamfelagið Føroyar.

Neyvan nakar føroyingur ivast í, at størsta orsøkin til hallið á fíggjarlógini uppá 500-700 milliónir árliga er fullveldispolitikkurin - í serliga H. Hoydal er pápi at.

Ongin umbering.

Men enn havi eg tíverri ikki sæð ella hoyrt hann biðið Føroya Fólk um umbering fyri hallið. Tvørturímóti so rennur hann undan allari ábyrgd. Samstundis sum øll onnur og serliga Sambandsflokkurin fáa ákoyringarnar

 

Ósannindi

Í eini grein av H:H. um at ”blokkurin blokerar ábyrgd” herfyri, er at kalla ongin setningur sannur. Greinin er, frá enda til annan, ein roynd at renna undan ábyrgd. Sambært Høgna Hoydal so eru øll frambrot í Føroyum hend orsaka av, at hann sat í landstýrinum frá 1998 til 2003. Og smb. honum, so er høvuðsorsøkin til fíggjarligu trupulleikarnar í Føroyum serliga ein skattalætti, ið varð givin av ABC samgonguni, ið kostaði minst 372 milliónir krónur(smb H.H.). Men sera undarligt, at H. Hoydal ikki nevnir, at fullveldissamgongan eisini gav skattalættar, ið sjálvandi eisini ”kostaðu”- um ein skal nýta tað orðavalið. Men tað hevur hann kanska ”gloymt”

Allir búskaparfrøðingar eg havi tosa við siga, at tað var rætt at geva skattalættan hjá ABC tey fyrstu árini, meira ivasamt við 4. árinum.

Eitt annað, sum undrar er, at hesar 372 milliónirnar í skattalætta, ið oyðileggja so nógv smb HH,

liggja mistonkiliga tætt við tær 366,4 milliónir krónurnar árliga í fullveldissamgongan framdi í høvdaleysum blokkniðurskurði.

Hvussu góður blokkniðurskurðurin var, tað síggja øll nú. Kanska sær formaður Tjóðveldi tað eisini. Eitt hall uppá 500 – 700 milliónir krónur á fíggjarlógini í ár.

Sannleikin:

Høgni Hoydal heldur fram í sínum loysingarrúsi at tosa um enn meira blokkniðurskurð. Umleið 1000 milliónir skulu úr føroyskum búskapi árliga afturat.

Um hallið á fíggjarlógini gerst minni av teirri orsøk munnu tey flestu, sum duga at rokna, hava eina meining um.

Loysingin er um at forkoma okkara vælferðarsamfelagi. Spurningurin nú er, hvussu vit fáa loyst trupulleikarnar, ið loysingin hevur skapt, uttan at oyðileggja okkara vælferðarsamfelag.

Skulu vit hækka skattir og avgjøld. Vit hava ídag eitt av heimsins hægstu skatta og avgjaldstrýstum.

Skal skerjast innan tað almenna – og hvar. Sannleikin er, at innan almenna økið í Føroyum er í flestum føri neyðugt við betri tænastum – og tað plagar at kosta meira.

Loysnin:

Tað frægasta at gjørt var at hækka ríkisveitingina aftur og prístalsregulera hesa. Eisini at tryggja at henda veiting fór til tær tænastur, ið hon er ætla til.