Hevði fullveldisvongurin klárað at staðið saman, so høvdu Annika Olsen og Høgni Hoydal verið vald á fólkating.
Tað sæst, um atkvøðutølini hjá sonevndu fullveldisflokkunum verða lagdar saman. Tað eru flokkarnir, sum í 1998 og í 2002 skipaðu fullveldislandsstýrið og uttanflokkalistin hjá Zakariasi Wang.
Tað vísir Zakarias Wang á í lesarabrævið á in.fo, nú atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum eru fíntaldar.
Lesið eisini: Úrslitið av fólkatingsvalinum 2015
– Tilsamans fingu sjávstýrisflokkarnir 12.199 atkvøður. Javnaðarflokkurin fekk 5670 og Sambandsflokkurin 5496. Vit hava lutfalsval, so atkvøðutølini verða býtt við 1 og síðani 2 fyri at síggja hvør ið skal fáa umboðini.
– Verður atkvøðutalið hjá sjálvstýrisflokkunum býtt við 2 gevur tað 6100 ella 430 meir enn Javnaðarflokkurin fekk. Sostatt høvdu sjávstýrisflokkarnir við felags uppstilling fingið bæði umboðini, vísir Zakarias Wang á.
Um so var, at fullveldisvongurin stillaði upp á sama lista – og vit lata sum um, at atkvøðubýtið hevði verið tað sama – so hevði úrslitið verið soleiðis:
| Nr | navn | atkv. | 
| 1 | Annika Olsen | 1.754 | 
| 2 | Høgni Hoydal | 1.477 | 
| 3 | Magni Arge | 1.082 | 
| 4 | Kristina Háfoss | 563 | 
| 5 | Sirið Stenberg | 561 | 
| 6 | Jørgen Niclasen | 531 | 
| 7 | Annita á Fríðriksmørk | 520 | 
| 8 | Jacob Vestergaard | 375 | 
| 9 | Poul Michelsen | 374 | 
| 10 | Zakarias Wang | 340 | 
| 11 | Tórbjørn Jacobsen | 331 | 
| 12 | Jógvan á Lakjuni | 329 | 
| 13 | Jógvan Skorheim | 297 | 
| 14 | Jákup Mikkelsen | 291 | 
| 15 | Elsebeth M. Gunnleygsdóttir | 283 | 
| 16 | Jenis av Rana | 258 | 
| 17 | Óluva Klettskarð | 226 | 
| 18 | Janus Rein | 191 | 
| 19 | Bill Justinussen | 177 | 
| 20 | Gunnvør Balle | 173 | 
| 21 | Pauli Trond Petersen | 168 | 
| 22 | Páll á Reynatúgvu | 145 | 
| 23 | Joen Magnus Rasmussen | 126 | 
| 24 | Sólvit E. Nolsø | 116 | 
| 25 | Jóhann Lützen | 112 | 
| 26 | Karsten Hansen | 98 | 
| 27 | Hanna Jensen | 82 | 
| 28 | Brandur Sandoy | 74 | 
| 29 | Hanus Samró | 68 | 
| 30 | Pól Jákup Poulsen | 65 | 
| 31 | Ingi Olsen | 62 | 
| 32 | Tór Marni Weihe | 59 | 
| 33 | Ruth Vang | 59 | 
| 34 | Sunneva Háberg Eysturstein | 57 | 
| 35 | Høgni Reistrup | 50 | 
| 36 | Karlot Hergeirsson | 49 | 










