Fullveldisætlanin vend á høvdið

Nýggja útmeldingin frá landsstýrinum í sjálvstýrismálinum ásetir ikki, nær vit fáa fullveldi. Vit skulu nú hava skiftistíðina fyrst, og tá hon eftir eitt óvist áramál er liðug, skulu vit atkvøða um føroyskt fullveldi

Landsstýrið hevur í dag flutt føroyska fullveldið langt fram í tíðina.

Hetta kann staðfestast eftir tíðindafundin í Tinganesi í dag, har landsstýrið greiddi frá sínum nýggju ætlanum í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna.

Landsstýrið hevur lagt eina ætlan, ið stig fyri stig skal tøma heimastýrislógina við at yvirtaka málsøki, til vit einaferð frammi í tíðin við eina fólkatkvøðu staðfesta eina føroyska grundlóg og harvið føroyskt fullveldi.

Í ætlanini, sum landsstýrið legði fram í dag, liggja tvær fólkaatkvøður. Tann fyrra verður longu í apríl næsta ár, og tá skal fólkið geva landsstýrinum heimild til at fara víðari við sínari ætlan.

Ætlanin inniber, at ein avtala verður gjørd við donsku stjórnina, har tað verður staðfest, at føroyingar innan eitt nærri ásett áramál taka ábyrgdina av øllum málsøkjum í heimastýrislógini, sum vit í dag ikki hava yvirtikið.

Samstundis skal eina avtala gerast um, hvussu heildarveitingin verður minkað burtur í einki. Tá komið er á mál við at yvirtaka øll málsøki, og blokkstuðulin er burtur, skal fólkið aftur spyrjast á einari fólkaatkvøðu um tað tekur undir við einari føroyskari grundlóg.

Tekur fólkið undir við føroysku grundlógini, eru Føroyar ikki longur undir donsku grundlógini, og eru vit tá eitt fullveldisríki. Hetta merkir samstundis, at vit tá eisini hava ábyrgdina av hernaðarmálum, uttanríkispolitikkinum og dómsvaldinum.

Endamálið hjá landsstýrinum er framvegis at náa á mál í ætlanini um at fáa føroyskt fullveldi. Men eingin av landsstýrisumboðunum frá teimum trimum flokkunum í landsstýrinum vildi á tíðindafundinum geva nakað boð uppá, nær vit fáa fullveldi.

Landsstýrið ásannar, at upprunaliga fullveldisætlanin er miseydnað, men tað roknar við, at danski forsætisráðharrin um ikki so langa tíð fer at taka upp samráðingar við landsstýrið eftir nýggju ætlanini.

? Møguleikin at náa á mál við hesum upplegginum er væl betur, enn møguleikin við upplegginum, vit høvdu seinast, segði løgmaður á tíðindafundinum.

Nýggja uppskotið hjá landsstýrinum minnir ógvuliga nógv um tey uppskot, andstøðan er komin við í málinum. Til dømis minnir javna yvirtøkan av málsøkjum nógv um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg. Tískil ber til at siga, at samgongan hevur flutt seg nógv móti tí, sum andstøðan vil í ríkisrættarligu støðuni.