At hetta hevir verið jabbað uppaftur og uppaftur av summum politikarum, ger tað als ikki til nakran sannleika. Tað ber væl til at tryggja rættindi hjá ungdóminum at lesa bæði í Danmark og aðrastaðni, væl betri enn vit hava í dag. Og tað ber væl til at hava ein nógv betri felagsskap við Danmark enn vit hava í dag - uttan at tað elvir til nakran skelk í búskapinum.
Í dag liggur evsta ábyrgdin í Danmark
Fullveldi fyri lond merkir tað sama sum at vera myndugur sum persónur. At tú hevur rætt til at gera alt av sjálv/ur og má taka fulla ábyrgd fyri tínum gerðum og avtalum við onnur.
Eg havi ongantíð hoyrt um nakran felagsskap, sum ikki er gjørdur millum myndugar persónar. Tí er orðið ríkisfelagsskapur eitt púra skeivt orð at brúka um støðuna hjá okkum í dag ? og hetta tykist endiliga at koma fram í almenningin. Danmark er eitt eindarríki og kann til eina og hvørja tíð taka avgerðir um okkara framtíð og vit kunnu missa rættindir. Tað var júst tað sum hendi í 1992.
Í dag liggur evsta ábyrgdin og valdið yvir Føroyum hjá donsku ríkismyndugleikunum. Tá vit hava fullveldi liggur øll ábyrgd og evsta valdið hjá føroyska fólkinum. Evsta valdið og ábyrgdin kann bara liggja einastaðni ? antin hjá okkum ella í Danmark.
Við fullveldi hava vit fulla ábyrgd av okkum sjálvum og teimum avtalum, vit gera við Danmark og onnur lond. Og avtalurnar verða bindandi sambært i altjóða reglum.
Felagsskapur við ábyrgd
Við fullveldi gera vit ein sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond ? júst sum tá tvey myndug fólk gera eina avtalu. Tá vita vit júst, hvat vit hava, og ongin kann bara broyta tær, soleiðis sum tað hendi í 1992. Tá kunnu vit fyrstani tosa um ein veruligan felagsskap millum brøðratjóðir. Har báðir partar hava somu skyldur og ábyrgd, og ongin er yvir hinum.
Hvussu góða avtalu vit fáa við Danmark veldst um, hvussu væl vit duga at samráðast og hvussu samd vit standa í Føroyum.
Tað verður trupult
- men neyðugt
Tað verður ikki bara at siga tað, at skapa eitt gott vælferðarsamfelag í Føroyum, og vit vita ikki enn hvussu búskaparliga skiftistíðin sær út. Tað fer at krevja nógv av okkum øllum ? ikki minst at vit duga at húsast og býta virðini nógv betri, enn vit gera í dag.
Tað fer at krevja sama samhaldsfesti, sum hevur skapt hetta landið ígjøgnum 40 ættarlið. Inntil vit rendu tað um koll í 80?unum í jagstranini eftir egnum vinningi.
Vit vita, at vit hava ongantíð havt so góðar búskaparligar møguleikar sum nú at gerast sjálvbjargin. Vit brúka nú bert einar 300 milliónir krónur av blokkinum til at reka samfelagið. Tað er ikki meira enn landsstýrið skrivaði út til nýggjar trolarar uppá ein dag í 80?unum.
Um vit aftur fara at brúka av blokkstuðlinum, har meginparturin í dag verður settur á bók, so rúka vit lúkst á heysin aftur sum í 1992 ? tað verður bara ein spurningur um tíð.
Trygdin liggur
í fólkaræðinum
Trygdin fyri alt Føroya fólk er, at tað verða allir føroyskir veljarar sum skulu gera av, um úrslitið av samráðingunum við donsku stjórnina er nóg gott til, at vit vilja taka tað fullu ábyrgdina av okkum sjálvum, landinum og felagsskapinum við Danmark.
Ongum nýtist tí at ræðast framtíðina. Alt kemur á borðið og øll sleppa at siga ja ella nei. Hesaferð kunnu vit sjálvi avgera okkara framtíð.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður