Persónligt og grundleggjandi frælsi.
Menniskjað hevur íløgd evni at kunna velja. Frælsi er so at hava høvi til at nýta hesi evni. At seta tað í verk, vit hava hug til og ætla uttan atlit ella tvingsil.
Ymsar forðingar standa í vegin fyri at velja frítt. Bæði náttúrugivnar og menniskjaskaptar.
Aðrar avmerkingar í frælsinum áleggja vit okkum sjálvum. T.d. gjøgnum mentanarlig ella átrúnaðarlig virði, ið vit meira ella minni av fríum vilja góðtaka.
Menniskjað er ein sosial vera og livir í samfelag við onnur. Samfelagið ger lógir, ið leggja avmarkingar á hin einstaka, men fríger eisini. Persónliga frælsið verður skert til frama fyri heildina og harvið eisini hin einstaka.
Øll góðtaka at avmarka frælsið á einum øki, fyri at fremja størri frælsi á einum øðrum. Ferðslulógirnar virka á henda hátt: Hin einstaki verður avmarkaður fyri at heildin skal kunna flyta seg í ferðsluni á besta hátt.
Frælsi til nakað og frælsi frá nøkrum.
Frælsi frá nøkrum kann vera frælsi frá tvingsli, ið ikki er grundaður í felags atliti til hini. Frælsi frá kúgan, frælsi frá diskriminering vegna húðalit, religión og aðra sannføring.
Frælsi til nakað kann vera ymisk rættindi. Rættin til at liva í friði, ið er meira enn bert frávera av kríggi. Rættin til ókeypis undirvísing, heilsuverk o.s.fr.
Demokratiskt frælsi.
Frælsi til nakað og frælsi frá nøkrum er eisini innihaldið í tí demokratisku stýrisskipanini, sum øll lond á okkara leiðum verða skipað eftir. Grundprinsippið er fyri tað fyrsta, at javnrættur er galdandi fyri allar borgarar. Øll hava frælsi til tað sama.
Undir fólkastýrinum fyrst og fremst til at ávirka samfelagið í sama mun við tí almenna valrættinum, hartil við talifrælsinum, at skipa seg í felag og t.d. frælsinum ella rættinum til at virka frítt vinnuliga og trúarfrælsinum. Demokratiska frælsið gevur okkum hesar rættir, ið eru so grundleggjandi partur av okkara frælsisuppfatan.
Frælsi í vælferðarsamfelagnum.
Ì ríku samfeløgunum her fyri vestan eru vit eisini farin at rokna ymiskar góðar, sum hoyrandi til grundleggjandi frælsi.
Somuleiðis eru ymiskir rættir so við og við komnir upp í fatanina av frælsi. Øll hava skyldu til eina felags útbúgving svarandi til fólkaskúlan. Hetta verður mett sum neyðugt fyri at kunna gera sær gagn av tí frælsi, vit hava í okkara samfelag. At duga at lesa og skriva eru grundleggjandi kunnskapir fyri at kunna liva fræls í einum frælsum samfelag. Henda skúlaskylda kann og eigur eisini at metast sum ein rættur hjá øllum.
Ì okkara samfeløgum hava vit aðrar rættir, ið vit meta neyðugar, men sum kanska ikki hoyra til grundleggjandi frælsishugtakið. Rætturin til víðari útbúgving er ein samfelagsgóði, ið vit heilt víst tengja saman við okkara fatan av frælsi. Men nógv tann størsti parturin av heiminum hevur ikki henda møguleika, hóast vit kunnu tala um grundleggjandi frælsi. Sostatt fær frælsishugtakið eina politiska dimensión.
Eitt týðuligari dømi er rætturin til útbúgvingar í øðrum londum. Ella rætturin til ókeypis sjúkrahúsviðgerð. Sum borgarar í verandi ríki hava føroyingar fullan rætt til allar útbúgvingar í okkara stóra Samveldi. Danski staturin og føroyska landsstýrið leggja dent á hetta sum ein rætt hjá øllum og syrgja fyri ókeypis ( ella so at siga ókeypis ) útbúgvingum og lata hartil stuðul, so allir borgarar eisini í praksis standa á jøvnum føti. Somuleiðis standa almennu sjúkrahúsini øllum borgarum í boði ókeypis.
Um slíkir góðar skulu roknast upp í frælsishugtakið er ein politiskur spurningur. Her er also talan um, hvussu nógv av sama slag, vit hava at velja í. Frælsisrætturin í tí grundleggjandi merkingini, er javnrætturin til vælferðargóðarnar.
Sambandsflokkurin hevur ta áskoðan, at næstan øll aspekt av hesum sera týðandi hugtaki annars eru irrelevant í politiska kjakinum um stjórnarstøðuna í dag. Frælsi kann ikki fatast uttan í mun til ófrælsi. Tann ið ikki kennir ófrælsi, kennir heldur ikki frælsi, og í dag hava vit í Føroyum ( við onkrum minni týðandi undantøkum ) einki ófrælsi, ið stendst av stjórnarstøðuni.
Vit halda tískil, at mesta frælsi fyri Føroya fólk fast í einum Samveldi millum Føroyar, Danmark og Grønland, og vit vilja verja føroyska sjálvræði innan hetta Samveldi. Føroyar verða ikki eitt frælsari land at búgva í, um vit ístaðin velja loysing, velja Fullveldi.
Vit kunnu hinvegin ásanna, at loysing fer at hava við sær, at tann einstaki fær minni í at velja, fær færri møguleikar, færri rættindir, og at rættarskipanin,vegna ógegni, fer at skerja rættartrygdina, og tískil verður frælsi hjá tí einstaka minni, um vit taka loysing – um vit velja Fullveldi.
Fullveldi fer ongantíð at geva øllum føroyingum evsta vald á so nógvum økjum, sum eitt Samveldi gevur.