Løgtingsvalið
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Grundlóg Føroya skal til almenna viðgerð og til fólkaatkvøðu í 2008/2009. Búskapargrunnur skal setast á stovn beinanvegin. Heildarveitingin skal minka burtur við 80 milliónum krónum um árið, til hon er burtur. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál og persóns- og familjurættarmál skulu yvirtakast í fyrru helvt av valskeiðinum, og løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál og fíggingarvirksemi skulu yvirtakast í seinnu helvt. Føroysk lestrarstuðulsskipan skal setast í verk. Og samráðingar við donsku stjórnina og avtala um fólkaatkvøðu skal fremjast áðrenn 2012.
Hetta vóru høvuðspunktini í valskránni, sum Tjóðveldi í morgun legði fram í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Tey fimm hjartamálini
Valskráin hjá Tjóðveldi er í tveimum pørtum. Fyrsti parturin ber heitið “Fullfíggjað uppskot at skipa Føroyar frælsar”, og næsti parturin eitur “Menningarætlan fyri tær frælsu Føroyar”. Meðan omanfyri nevndu mál er bulurin í fyrsta partinum um vegin fram til einar sjálvstøðugar Føroyar, so eru tey fimm hjartamálini, sum flokkurin lanseraði í heyst, í miðdeplinum í menningarætlanini fyri einum sjálvstøðugum landi.
Tey fimm hjartamálini snúgva seg í høvuðsheitum um økt altjóða samstarv og atgongd til altjóða samfelagið, at styrkja føroyskan samleika og mentan, at taka fulla ábyrgd av føroyska búskapinum, at liva upp til hægstu altjóða umhvørviskrøv og at tryggja “veruligt frælsi” – hvat tað so enn er...
Samgongumøguleikar
Nokk um tað. Tí í grundini er ikki so nógv nýtt at skriva heim um frá sjálvum tí politiska innihaldinum hjá teimum ymisku flokkunum, sum í hesum døgum leggja sínar valskráir fram undan løgtingsvalinum tann 19. januar. Tað áhugaverda er heldur, hvussu Høgni Hoydal og Tjóðveldi ætla at sleppa inn aftur í hitan. Og hesin spurningurin er framvegis víðopin eftir tíðindafundin í morgun.
- Hetta er ikki ein valskrá, sum fríggjar til hinar flokkarnar, men ein valskrá, sum endurspeglar okkara politikk. Vit hava nakrar greiðar visjónir um, hvussu teir yvirskipaðu spurningarnir aftur kunnu koma á dagsskrá eftir fýra ár í ABC-tómgongd, segði Høgni Hoydal.
Viðvíkjandi samstarvsmøguleikum eftir valið fingu vit áhoyrarar sama “politikarasvarið” um, at hesin spurningurin er tengdur at, hvørji mál Tjóðveldi kann fáa ígjøgnum og við hvørjum flokkum, sum formaðurin Høgni Hoydal tók til. Fyri Tjóðveldi skal eitt gott valúrslit tryggja einum góðum útgangsstøði fyri samráðingum við hinar flokkarnar, og formaðurin er bjartskygdur viðvíkjandi møguleikanum um at sleppa inn aftur í hitan í føroyskum politikki.
- Um vit hyggja at okkara hjartamálum, so kunnu vit samstarva við allar flokkarnar um fleiri av teimum mest avgerandi málunum. Sjálvandi vænta vit ikki at fáa alt okkara ígjøgnum, men vit mugu vita, hvar vit kunnu fáa hvat ígjøgnum. Eg síggi fleiri samstarvsmøguleikar fyri mær, men eg peiki ikki á nakran ávísan flokk frammanundan valinum, sigur Høgni Hoydal.
Ein sjónvarpsjournalistur spurdi, í hvønn mun samgongusamstarv við Fólkaflokkin er gjørligt.
- Stóra ósemjan millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin er á skatta-, vinnulívs- og búskaparpolitikkinum, har vit jú hava verið ímóti skattalættanum og serskipanum til partar av vinnulívinum, segði Høgni Hoydal.
Formaður Sambandsfloksins Kaj Leo Johannesen hevur í hesum valskeiðinum havt útsagnir um at skipa fólkaatkvøðu um bæði fullveldisspurningin og um ES-limaskap, og hetta metir Høgni Hoydal vera eitt gott útgangsstøði fyri samstarvi.
- Tað er púra misskilt, at 33 tandur og seks flokkar skulu sita í tinginum og togast um hesar spurningarnar. Sjálvandi skulu teir út til fólkið, og ein semja um fólkaatkvøðu á hesum øki er jú altíð eitt gott útgangsstøði, segði Høgni Hoydal.
Hvat kostar heimastýrið?
Samanumtikið fer Tjóðveldi á val við ynskinum um aftur at fáa tey málini á dagsskránna, sum eru tengd at yviskipaða málinum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Mál sum at fáa føroyska grundlóg, at minka um og avtaka blokkin, at fremja yvirtøkur – eisini tær, sum hoyra ríkiseindini til – og at fáa í lag samráðingar við donsku stjórnina, at fáa í lag fólkaatkvøðu um føroyska sjálvstøðu.
- Vit ynskja at venda próvbyrðuna á høvdið og spyrja, hvat tað kostar at verða verandi eitt heimastýri. Hvat tað kostar ikki at hava fulla atgongd til altjóða samfelagið. Hvat tað kostar ikki at kunna loysa teir stóru spurningarnar, so leingi vit ikki hava fult ræði og ábyrgd á egnum landi, segði Høgni Hoydal.
Mynd:
- Vit ynskja at venda próvbyrðuna á høvdið og spyrja, hvat tað kostar at verða verandi eitt heimastýri. Hvat tað kostar ikki at hava fulla atgongd til altjóða samfelagið. Hvat tað kostar ikki at kunna loysa teir stóru spurningarnar, so leingi vit ikki hava fult ræði og ábyrgd á egnum landi, segði Høgni Hoydal, tá Tjóðveldi í morgun legði fram sína valskrá fyri løgtingsvalið
Mynd: Jens Kristian Vang