Ein skipari, sum skuldi føra eitt tangaskip - fult lastað við bensini - úr Noregi til Føroya, er tikin, tí hann var fullur. Tað veit Bergens Tidende at siga.
Tað var tann 25. februar, at tað meira enn 100 metrar langa tangaskipið Bro Glory skuldi loysa úr Mongstad oljuhavnini norðanfyri Bergen. Í lastini var bensin, sum skuldi førast til Føroya.
Fólk hjá Statoil í Mongstad hildu, at svenski skiparin bar seg undarliga at, áðrenn skipið skuldi loysa, og tí sendu tí boð eftir løgregluni.
Løgreglufólk komu á staðið, og tá vísti ein promillukanning, at skiparin var fullur. Promillan var 1,5. Sambært norskari lóg er promillumarkið fyri skiparar 0,2.
- Vit fingu boð um, at skiparin helst var fullur, og at hann æltaði at loysa hóast tað. Og tað vísti seg, at tað passaði, sigur ein talsmaður fyri løgregluna á staðnum.
Skiparin slapp sum vera man ikki avstað, hann varð sendur heim, og so bíðaði tangaskipið eftir, at ein nýggjur skipari var funnin. Fulli skiparin skal í næstu viku møta í rættinum í Nordhordalandi, har málið kemur fyri.
- Skiparar, sum gera slíkt, seta seg sjálvar og onnur í vanda. Vit hava eina null-toleransu ímóti slíkum, sigur Kåre Ness, kunningarfólk hjá Statoil Mongstad.