Fullur Heine Fernandez fekk øl í høvdið

Heine Fernandez, sum var spæladi venjari hjá HB í 2004 og 2005, kastaði við myntum og spilti fólk út í Parkini í Keypmannahavn

Tað var til stóru í grannauppgerðina í Keypmannahavn millum FCK og Brøndby í gjár, at fyrrverandi spælandi venjarin hjá HB fekk eina øl í høvdið frá einum Brøndby áskoðara. Tað skrivar Ekstra Blaðið í dag.

 

Heine Fernandez, sum í síni tíð eisini spældi við FCK, hevur sambært vitnum hjá Ekstra Blaðnum tveitt við pengamyntum eftir Brøndby áskoðarum. Eisini gjørdist hann argur inn á ein mann, sum sat frammanfyri hann í Brøndby-keppi.

 

Tað endaði við, at vaktirnir máttu koma í millum og vildu hava Brøndby fjepparan at fara úr keppinum. Hesin noktaði og so helt útspilling frá Heine Fernandez fram. Tað endaði við at Brøndby viðhaldsmaðurin vendi fær á og stoytti sín øl í høvdið á Heine Fernandez.

 

Tað endaði so aftur við, at Brøndby viðhaldsmaðurin bleiv tveittur út, meðan Heine Fernandez stóð eftir við vátari sigarett. Heine Fernandez var spæladi venjari hjá HB í 2004 og 2005. HB vann í 2004 greipuna.

 

Ekstra Blaðið hevur í dag roynt at fingið eina viðmerking frá Heine Fernandez, men tað hevur ikki eydnast.