Fullur av saft og kraft

Eg fari at takka Rolf Guttesen og Virgari T Dalsgarði fyri teirra upplýsingar og ávdúkingar á 100 ára degnum.

Marjus Dam

Tað er ein veruleiki, sambært upplýsingunum, at J. Patursson undan seinna veraldarbardaga hevði kontaktir til ein óhepnan politiskan bólk av norðmonnum. Tað er sera vánaligt av blaðmanni á Sosialinum at royna at nýta eitt »óheft« blað at niðurgera ein flokk á 100 ára degnum. Vil Sosialurin gjalda løn til slíkt virksemi?
Sambandsflokkurin er tann flokkur í Føroyum, ið uttan nakað kjak hevur havt størstu positivu ávirkan í føroyskum politikki seinastu 100 árini. So einfalt er tað.
Hví kanna somu journalistar ikki, hvussu nógvar milliónir danskar krónur Norðuratlansbólkurin brúkar fyri at royna at loysa í Føroyum. Er tað rætt at nýta danskar nassarakrónur til at føra loysingarpolitikk fyri í Føroyum. Er tað rætt at Kubik, Hoydal & Co skulu ferðast land og rige runt fyri at loysa, goldið av kassadamuni í Netto? Klárar loysingin seg ikki uttan fleiri milliónir danskar krónur árliga? Er tað rætt at danski staturin skal finansiera undirgravingarvirksemi hjá Høgna Hoydal? Hetta líkist 5. kolonnu virksemi. Sambandið hevur støði og styrki í Føroyum og føroyinginum.
Nú Sambandsflokkurin er 100 ár, kunnu føroyingar ynskja sær sjálvum tilukku. Hesin stóri flokkurin er flokkurin hjá flestu føroyingum  og er størsti politiski flokkur í Føroyum á 100 ára degnum. Vit hava eitt greitt og høgt mál. Nevniliga vælferð føroyinga. Tjóðveldisflokkurin vil ofra vælferðina fyri loysing. Um alt skramblar saman her á landi, so vilja teir loysa.
Hesa skaðiligu politisku ideologi er Sambandsflokkurin eitt bolverk ímóti. Vit verja føroyingin og føroysk áhugamál. Føroyingar skulu kunna búgva í Føroyum.
Í sambandi við 100 ára haldið er ein snotulig Sambandssøga komin út í bók. Eitt valaverk, ið flestu føroyingar vónandi koma at ogna sær.
Nøkur loysingarfólk hava fingið tannabyld, nú Sambandsflokkurin bæði er elsti og størsti flokkur. Sum ein kundi vænta, segði Hergeir Nielsen tilukku á 100 ára degnum við einum bakbiti. Ógvuliga vánaligt má sigast. Allir eru tó ikki so grundarringir. Tórbjørn Jacobsen segði eitt hjartaliga tilukku, og tað skal hann hava tøkk fyri. Men vit eru størstir og 100 ár.
Í samband við at J. Patursson beinleiðis varð í yvirskriftini hjá Sosialinum í smb við 100 ára dagin hjá Sambandsflokkinum  líkasum fyri at royna at niðurgera Sambandsflokkin, eru nakrar søguligar avdúkingar komnar fram. Ella rættari, nøkur fakta, ið ikki eru at síggja nakrar staðir, hóast keldur eru um viðurskiftini. Nakað, sum loysingarhugaðir søgufrøðingar ongantíð hava nevnt áður. Tað at stórir partar av politiskum virksemi í eitt heilt tíggjuáraskeið heilt verður gloymt, líkist mest manipulatión og søgufalsan.


-----------------------------
HATTA HEVUR TÚ MISSKILT, MARJUS DAM!

Tá Marjus Dam, løgtingsmaður, í lesarabrævinum omanfyri skjýtur blaðmanni og Sosialinum órein motiv í skógvarnar í sambandi við greinina um bókina um Sambandsflokkin, havi eg sum blaðstjóri nakrar viðmerkingar:
Anja Andreassen, sum hevur skrivað bókina um Sambandsflokkin, átti sjálv orðini um Jóannes Patursson. Vit á redaktiónini hildu júst hesi orð lýsa sakina sambært henni: At tað eru tey sjálvstýrishugaðu, sum hava myndað føroyska søguskriving, at tey eisini vóru droymarar, meðan tað vóru sambandsmenninir, sum vóru teir »skikkiligu« realpolitikararnir.
Til stuttleikar kann eg nevna, at á samkomuni hjá Sambandsflokkinum í Norðurlandahúsinum á 100 ára degnum 18. august, tosaði eg við rættuliga nógv sambandsfólk, sum als ikki skiltu, at Rolf Guttesen  og nú so langt aftaná eisini Marjus Dam  tók sær tykni av hesum, og tað skilji eg als heldur ikki!

Vinarliga
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri