Fullsett til søgurnar av Flemish Cap

Miðhøllin á Skúlatrøð var í gjár karmur um eitt av mongu torratiltøkunum har hesaferð fiskiskapur á Flemish Cap, varð sett á breddan.

 

Talan gjørdist um eina sera áhugaverda og viðkomandu løtu, tá ið Kjartan Kjartansson og Heri Olsen greiddu frá sínum upplivingum av Flemish Cap. Fullsett varð og tey meir enn 300 fólkini fingu nógvar góðar og undirhaldandi søgur. 

 

Sigmar Bláberg greiddi frá sínum royndum á Flemish Cap og hagtølum. Samrøður vórðu harumframt við Kjartan, Hera, Erling Petersen og Finnur Hvidbro, sum Gunnar Nolsøe stóð fyri. Síðani varð ein filmur av Flemish Cap, sum Zacharias Hammer hevði sett saman - alt hetta í eini meir enn fullsettari miðhøll á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar.

 

Fólk fingu eisini smakkað saltfisk saman við góðum práti um Flemish Cap – kokkurin á Fríðu saman við Bjarmu Vágsheyg hevði gjørt meir enn 400 verðar, sum smakkaðu sera væl. Hanus Hansen á Kósin Seafood hevði latið fiskin til endamálið og EIK  hevði eisini stuðlað tiltakinum.

 

Tiltakið lat upp fyri einum spennandi kappitli í sjóvinnusøgu Klaksvíkar – Føroya, har nógv er at troyta, og verður hetta ”Søgur av Flemish Cap” vónandi eitt afturvendandi tiltak á komandi fólkakæru Torradøgunum.

 

Fólk høvdu leitað sær víða frá til hesa forkunnugu løtu. Úr Nólsoy, Suðuroy og av Sandi, Strondum og víða um úr Eysturoynni, eins og hópin av Norðoyðingum vóru við til áhugaverdu løtuna, har teir høvdu nógv at siga frá í krókunum aftaná – Eisini kvinnur vóru við, tí tær vistu nógva at siga frá og annars vildu vita meir frá monnunum, sum vóru har yviri – ein vika at sigla til fiskileið. Tær nogv at vita og hildu løtuna vera áhugaverda og viðkomandi.

 

Ein sera viðkomandi og áhugaverd løta og ein kapittul av sjóvinnusøgu Klaksvíkar er latin upp!