Avvarandi hjá sinnisjúkum síggja við hjartanum, tí tey eru kensluliga knýtt at tí sjúka. Og hesi er í morgin í fokus á fullteknaðum evnisdegi í Norðurlandahúsinum Sinnisbati og Psykiatriski Depilin eru í felag farin undir eina verkætlan, ið hevur til endamáls at varpa ljós á avvarðandi hjá sálarsjúkum.
Avvarðandi síggja við hjartanum, tey eru kensluliga knýtt og tí hevur verkætlanin heilt einfalt fingið heitið: ?At síggja við hjartanum?
Í morgin verður sett hol á fyrsta part av verkætlanini, tá ið ein fullteknaður evnisdagur verður í Norðurlandahúsinum.
Annlis Bjarkhamar, samskipari byrjar tiltakið við hugleiðing um tað at vera avvarandi. Síðani tosar Jógvan Fríðriksson, bispur, um vón - við undirheitinum: eitt ískoyti til trivnað ella trivnaður? Síðani hevur Andrea Fisker, sálarfrøðingur, fyrilestur um alt tað vit ikki tosa um í samband við sálarsjúku.
Seinnaparturin byrjar við fyrilestri hjá Hallur Gilstón Thorsteinsson, cand.mag. í sálarfrøði og heimspeki.
Fyrilesturin snýr seg um, tá børn er avvarandi, hvussu sálarsjúka í familjuni ávirkar barnið, hvørji eykenni gerast sjónlig, og hvussu vit stuðla barninum á bestan hátt.
Esther Risstubben, verkætlanarleiðari, tosar síðani um at skapa vón og lívsmátt innan sálarfrøðiliga viðgerð, og seinast á skránni er Tórmóður Stórá, depilsleiðari, sum viðger evni: Nærverandi avvarðandi