Høllin var fullsett í gjárkvøldið við hópin av havnarfólki, eins og uttanbíggjarfólki var komið at lurta eftir seyðaprátinum, sum Frits Johannesen úr Fuglafirði skipaði fyri. Nógv var at hoyra um seyð- og seyðarøkt í Fuglafirði og har um leiðir. Eisini um seyðarøkt og -skipan av Sandi, har raksturin var annarleiðis, kanska serliga fyrr, tá hagarnir vóru skipaðir í fylgir. Soleiðis er tað enn fleiri staðir.
Áhugavert var at hoyra Magnu Thomasen dóttir Robert Joensen, greiða frá um faðir sín og vikri hansara - m.a. hevur Robert skrivað bókina, At býta seyð og fletta.
Frits Johannesen hevði kallað tiltakið, kvøldseta í Norðurlandahúsinum um seyð og fjallgongu. Kristin Poulsen, lærari, segði frá seyðasøgum úr Fuglafirði. Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, um seyðasøgur frá faðir sínum, Evaldi Johannesen. Petur Martin Petersen, kunningarstjóri, las upp yrking - ja, eitt seyðakvæði um seyð og seyðahald, sum hann hevði yrkt og Dávur Winther, mentanarleiðari, segði frá seyðarakstri og fletting á Skarvanesi og aðrastaðni á Sandi. Eisini varð sungið, har Jógvani á Lakjuni spældi so undirfagurt undir á klaver - og sera hóskandi sang og spældi Niels Midjord eisini, Fimm feitar flugur.
Jú, her var rættiligur seyðahugni, so tú næstan kendi ræsta roykin av einari góðari síðu úr Klemmuni í hølinum.
Kjartan Madsen, fotografur vísti myndir við uppvørpu á veggin frá fjallgongu í Klemmuni, Gjógvará, Fjalli, Skarðhaga, á Góðadali, Rustini og ein lítil filmur varð eisini vístur, tá ið menn vóru móðir á rætt og skuldu hagreiða seyðin.
Eitt frálíkt kvøld í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, sum eftir ætlan verður endurtikið í Suðuroy einaferð seinni.