Fullkomni venjarin er uppfunnin

Nú hava granskarar uppfunnið ein virtuellan fótbóltsvenjara, sum er so mikið góður, at hann vinnur á 99 % av mótstøðumonnunum. Dreymavenjarin skal kunnna brúkast til fótbóltsspælið Fantasy Premier League, ið er eitt sokallað manager-spæl. Hetta stendur at lesa í IEEE Spectrum.

Í veruleikanum er venjarin eitt telduforrit, sum er serfrøðingur í manager-spølum. Hevði virtuelli venjarin luttikið í kappingini í 2010, hevði hann vunnið á 2,5 milliónum fólkum, sum tá spældu Fantasy Premier League. Sambært útrokningum hjá granskarunum hevði framúr góði venjarin sostatt bert tapt ímóti 2.500 spælarum.

Í løtuni arbeiða teldufrøðingar frá Stórabretlandi og Grikkalandi við at fáa virtuella fótbóltsvenjaran til at kunna vinna á øllum, hann spælir ímóti. Hetta gera teir millum annað, við at telduforritið automatiskt ger nýggj lið, alt eftir hvussu mótstøðan er frá hinum spælarunum. Eisini vilja teldufrøðingarnir fáa verulig fólk til at koma fram á skíggjan við jøvnum millumbilum, har tey siga sína hugsan um spæliháttin júst tá.

Broytingarnar í telduforritinum verða gjørdar í so mikið góðari tíð, at væntast kann, at spælið longu kann verða við í Fantasy Premier League í ár.

- Vit hava ætlanir um at royna henda virtuella venjaran í veruligu ligaini, soleiðis at vit kunnu síggja, hvussu væl hesin venjarin fer at klára seg hvørja viku, sigur ein av monnunum handan fullkomna venjaran, Sarvapali Ramchurn frá universitetinum í Southampton.