Hetta er fullkomiliga órímiligt og ábyrgdarleyst og fer at raka tey, sum hava tørv á hjálp.
Tað halda tey í felagnum, Tign, sum er áhugafelag hjá fólki, sum hava tørv á røkt, og teirra avvarðandi.
Tað, felagið sipar til, er tað, sum hendir, nú kommunurnar hava fingið eldraøkið at umsita.
Tey halda, at landið má hjálpa kommunum at víðka røktarøkið.
- Landið megnaði ongantíð at nøkta tørvin á røktarplássum, staðfestir nevndin í Tign, sum er Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir og Tóra Tórgarð.
Men tær staðfesta, at nú, minni enn tríggjar mánaðir eftir, at kommunurnar hava yvirtikið røktarøkið, er ætlanin at seta lóg í gildi um at senda kommunum rokningina fyri at røkta fólk, sum ikki sleppa av sjúkrahúsi, hóast tey eru liðugt viðgjørd, tí at einki røktarpláss er at fáa.
Hetta eru óhjálpin fólk, sum ikki kunnu útskrivast, tí hvørki heimarøktin ella eitt røktarheim er at taka sær av teimum.
- Rokningin kann sendast til kommunurnar, tí tær eiga uppgávuna verður sagt, og at hetta hevur verið gjørt í Danmark.
Hetta er fullkomiliga órímiligt, tá hugsað verður um, at tað als ikki er nakað nýtt, at fólk liggja á sjúkrahúsunum, tí teir ikki kunnu útskrivast til onki.
- Tí átti hetta at verið ein partur av teimum samráðingum, sum hava verið ímillum landið og kommunurnar um at yvirtaka røktarøkið, sigur Tign.
- Langar tingingar hava verið millum land og kommunur um at yvirtaka røktarøkið, og partarnir hava verið samdir um støddina av uppgávuni, og hvussu nógvur pengingur skuldi fylgja við.
- At koma nú, minni enn tríggjar mánaðir eftir at kommunurnar hava yvirtikið røktarøkið, og í veruleikanum víðka teirra uppgávu við øllum teimum røktarkrevjandi fólkunum, sum liggja á sjúkrahúsunum, er fullkomiliga ábyrgdarleyst.
- Røktarstøðið hevur verið støðugt fallandi í fleiri ár og tað er onki sum bendir á, at kommunurnar fara at økja røktarstigið.
- Og tað hjálpir sjálvsagt als ikki at økja um uppgávuna hjá kommunum uttan at geva teimum neyðuga peningin við. Hetta fer at ganga út yvir tey, sum hava tørv á røkt, sigur Tign.
Hinvegin ásannar felagið, at fíggjarliga er tað høpisleyst at røkta fólk á sjúkrahúsunum, tí tað er nógv dýrari enn at røkta tey heima ella á røktarheimum.
- Støðan átti tí at verið loyst fyri langari tíð síðani. Nú er einasta loysn, at kommunurnar fáa neyðuga peningin frá landinum til at víðka røktarøkið, soleiðis at pláss verður fyri teimum fólkum, sum í dag verða røktað á sjúkrahúsunum, sigur tær í Tign.