Fullir ungdómar í Sandágerði

- Fleiri høvdu fingið ov nógv upp í høvdið og samarittarnir, sum vóru í Sandágerði í nátt, høvdu úr at gera, sigur løgreglan.

Í gjár var seinasti vanligi skúladagur hjá framhaldsdeildini í Havn, og sum vanligt er, savnaðust ein rúgva av næmingum í Sandágerði í gjárkvøldið og í nátt.

 

Vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn upplýsti í morgun, at her var einki bál, sum vanligt er, men her vóru nógvir ungdómar, sum høvdu fingið nógv upp í høvdið.

 

Fleiri høvdu fingið ov nógv upp í høvdið og samarittarnir, sum vóru í Sandágerði í nátt, høvdu úr at gera.

Vaktleiðarin legði aftrat, at nøkur foreldur vórðu boðsend at koma eftir sínum børnum, og onnur vórðu koyrd heim av løgregluni, tí ikki fekst fatur í foreldrunum.