Herfyri gjørdu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, ein góðan upsatúr. Eftir at hava fiskað í einar átta dagar norður úr Fugloynni, vóru skipini fullfermd, og teir landaðu 250.000 pund í Havn.
Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur skiparin á Jaspis, Jón Niklas Johannesen, at fiskiskapurin á túrinum var hampiliga góður, men tað er prísurin á upsanum eftir hansara tykki ikki.
- Í 2016 lá prísurin millum 9 og 10 krónur fyri kilo, men í 2017 lá hann niðri á 7 og 8 krónum fyri kilo, og har liggur hann enn, sigur Jón Niklas Johannesen, skipari, sum leggur aftrat, at selt verður á fría marknaðinum.










