Í vikuni landaðu partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, á Toftum. Teir eru júst byrjaðir á gullllaksaveiði, nú tann vertíðin er byrjað og heldur fram til nakað út á heystið.
Henda dagin vóru skipini fullfermd eftir at hava fiskað í stívliga fýra samdøgur. Veiðan var 325 tons tilsamans, sum er ein sera góður gulllaksatúrur.
- Ja, vit hava fingið eina nógv betri byrjan upp á gulllaksaveiðina í ár í mun til í fjør - og eisini í mun til tey seinastu árini annars.
Tað sigur Sámal D. Davidsen, skiparin á Vesturbúgvanum, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð.
- Vit byrja vanliga gulllaksaveiðina um mánaðarskiftið mars/apríl. Henda túrin høvdu vit gott veður, og tað er altíð ein fyrimunur fyri fiskiskapin. Tað er góður og miðalstórur gulllaksur, sum vit hava fingið, sigur skiparin.
Tað eru trý partrolarapør, sum hvørt ár í vertíðini eru á gulllaksaveiði. Gulllaksakvotan er felagskvota og er á 11.700 tons. Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir ein stóran part av gulllaksinum.
- Tað er hugaligt aftur at frætta um fiskiskip, sum eftir fáum døgum leggja fullfermd til bryggju, heldur sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, fyri á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.