Polarhav og Stjørnan, sum vóru inni leygardagin við fullari last av gulllaksi, vóru longu inni aftur í gjár - og aftur við fullari last. Tey seks skipini, sum eru á gulllaksaveiði, hava framvegis góðan fiskskap - og stundum rættiligan rokfiskiskap.
Í gjár landaðu Polarhav og Stjørnan tilsamans 520.000 pund av gulllaksi í Saltangará. Skipini vóru eisini inni seinasta leygardag, og tá vóru tey eisini full undir lúkurnar.
Í gjár landaðu partrolararnir Jaspis og Ametyst í Saltangará. Teir royna eftir upsa og høvdu góðan túr, umleið 320.000 pund tilsamans.
Mánadagin var Eysturbúgvin í Saltangará við umleið 260.000 pundum av gulllaksi.
Eysturbúgvin partrolar saman við Vesturbúgvanum, sum hevði umleið somu nøgd og legði sína veiði upp til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn hava landararnir havt úr at gera seinastu dagarnar, men í dag er eingin landing í Saltangará.