Tað er full semja í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum um, at Skúladepilin í Marknagili skal gerast.
Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur lagt álit fyri Løgtingið fyri lítlari løtu síðani.
Og har er full semja um at biðja Løgtingið samtykkja málið.
Løgtingið fer at viðgera málið mikudagin og har verður tað bara ein avgreiðsluspurningur at fáa tað samtykt.
Síðani skal tað viðgerðast einaferð afturat fyri at vera endaliga samtykt, men tað verður ikki meir enn nakrar fáar dagar, so er málið endaliga avgreitt og arbeiðið kann setast ígongd
Fíggjarnevndin hevur gjørt skjótt av, hóast talan er um eina verkætlan, sum kostar heilar 515 milliónir tilsamans.
Nevndin fekk málið mitt í síðstu viku og eftir tveir fundir var tað longu liðugt viðgjørt.
Men tað kemst av, at málið er so væl lýst frammanundan.
Men Fíggjarnevndin leggur áherðslu á, at landsstýrismaðurin skal fylgja neyvt við verkætlanini og staðiliga gera sínum ráðgevum greitt, at kostnaðarmetingin og tíðarætlanin skulu halda.
Fíggjarnevndin vísir á, skulu tíðar- og kostnaðarætlanir halda, er neyðugt, at arbeiðið verður sett í gongd beinanvegin.
Og landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, miðjar eftir at seta spakan í longu í næsta mánað.
Tað merkir, at arbeiðið kann byrja av álvara longu í heyst og á sumri í 2016 skal skúladepilin vera liðugur at taka í nýtslu.
Skúladepilin verður 64 milliónir dýrari enn ætlað við tað, at nakað er skarvað av ætlanini.
Sostatt kostar skúlin ikki 391 milliónir, sum ætlað, men 455 milliónir.
Harumframt skulu 60 milliónir brúkast til innbúgv.
- Tað verður mett, at tað røkkur til. Men játtanin til innbúgv skal halda um tað so verður neyðugt at brúka gomul borð, legði hann afturat.
Bjørn Kalsø staðfesti somuleiðis, at 35 milliónir eru settar av til óvæntaðar útreiðslur, sum altíð kunnu stinga seg upp.
Nú hevur hann álit á, at kostnaðurin fer at halda, tí tað hava bygginevnd, Landsverk, og serfrøðingar annars, boðað frá, at hann fer at gera.