Full mánamyrking: Í nátt verður mánin reyður

Føroyingar mugu tíðliga upp fyri at síggja sjáldsama og vakra blóðmánan

Tíðliga í morgin árini verður møguligt at uppliva eitt sjáldsamt og vakurt náttúrufyribrigdi í Føroyum. Tað verður nevniliga full mánamyrking, og tað serliga við fullari mánamyrking er, at mánin verður reyður.

 

Um tú ætlar tær at uppliva serliga astronomiska fyribrigdið, mást tú vera tíðliga á fótum í morgin - ella í roynd og veru mást tú upp longu seint í nátt.

 

Klokkan 03:33 byrjar tann sokallaða partvísa mánamyrkingin, og tá byrjar mánin spakuliga at rodna. Partvísa mánamyrkingin heldur fram í ein góðan tíma inntil klokkan 04:41, tá mánamyrkingin er full. Klokkan 05:12 er mánamyrkingin á sínum hægsta. Fulla mánamyrkingin endar klokkan 05:43. Tá tekur partvísa mánamyrkingin yvir, og hetta endar klokkan 06:50.

 

Tá tað er full mánamyrking, liggur mánin í skugganum hjá jørðini, soleiðis at jørðin skuggar fyri ljósinum frá sólini. Hetta gevur mánanum eitt koparreytt sker, sum eisini verður kallað blóðmáni.

 

Treytin fyri at uppliva fullu mánamyrkingina í nátt er, at veðrið er til vildar, soleiðis at tað er klárt í veðrinum.