Fulham til Føroya: Venjarin hugsar um B71

Pauli Poulsen, sum hevur evstu ábyrgdina av liðnum hjá NSÍ, sigur seg fremst av øllum hugsa um landskappingardystin móti B71, sum verður spældur við Løkin í Runavík komandi vikuskiftið. Fyrireikingarnar til dystirnar móti Fulham byrja í næstu viku.

 

- Vit skulu vinna tann dystin fyri at varðveita sambandið við oddalið. Vit skulu greiða ta uppgávuna, áðrenn vit fyrireika okkum til stóru uppgávuna móti Fulham, sigur hann.

 

Pauli Poulsen er fegin um lutakastið. Líkindini fyri, at NSÍ fer at spæla seg víðari, eru ómetaliga smá, men hóast tað, kundi ábyrgdarmaðurin við Løkin ikki hugsa sær øðrvísi lutakast.

 

- Hagtølini siga, at tað er sera sjáldan, at føroysk lið vinna seg víðari í altjóða kappingum. Tað eru fýra føroysk feløg, sum taka lut, og møguleikarnir eru oftast rættiliga lítlir. Tá tað ber til at spæla móti Fulham, so vilja vit sjálvsagt tað. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri felagið, sigur Pauli Poulsen. Hini liðini, sum NSÍ kundi spælt móti, vóru Saint Patricks úr Írlandi, Aalesund úr Noregi, Hacken úr Svøríki og Renova úr Makedonia.

 

Pauli Poulsen vil framvegis ikki siga stórvegis um uppleggið til dystirnar móti Fulham. Tað er givið, at runavíkingar verða ikki eins framrættaðir, sum teir eru í føroysku landskappingini.

 

- Vit noyðast at broyta uppleggið nakað, men tað fer tíðin at vísa. Fyrst skulu vit knógva B71, sigur hann.