Fukushima-verkið javnast við jørðina

Japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, heldur, at tað er best at taka kjarnorkuverkið Fukushima Daiichi niður. Tað skrivar tíðindastovan Kyodo úr Tokyo.

Samstundis bendir alt á, at tað almenna noyðist at tjóðartaka felagið Tokyo Electric Power Company, sum eigur Fukushima-verkið, og sum væntandi fær eitt endurgjaldskrav, sum verður um 130 milliardir dollarar, skrivar Kyodo.

Tað eru næstan tríggjar vikur, síðani køliskipanin á Fukushima-verkinum fór orsakað av jarðskjálvtanum og flóðalduni, og enn hava myndugleikarnir ikki tamarhald á støðuni. Nógv geislavirkni er rundan um verkið og í sjónum úti fyri verkinum, og nógv túsund fólk hava fingið at vita, at tey sleppa ikki heimaftur.