Fuglfirðingar vóru ógvuliga vónbrotnir

Eftir at fuglfirðingar høvdu svarað aftur og av álvara hótt, var tað innskifti Markus Iskasen, sum skoraði skálasigursmálið – tað fyrsta yvirhøvur í bestu deildini

Skála vann í kvøld 3-2 á heimavølli ímóti ÍF. Sigurin ber við sær, at Skála hevur 13 stig, og at tað eftir 12 umfør eru sjey stig frá Skála og aftur á níggjunda plássið, har B68 er. Tapið ber við sær, at ÍF er aftast við trimum stigum.

 

Fuglfirðingar vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Eftir fyrra hálvleik lógu teir undir 0-2. Men eftir steðgin reistu teir seg, og tað eydnaðist bæði at minka um munin og at javna.

 

Fýra minuttir eftir steðgin var tað Jhon Mena Perez, sum minkaði um munin til 2-1, og 20 minuttir undan leikloki var tað hin útlendski álopsspælarin Uros Stojanov, sum javnaði til 2-2, og tá lúrdi sensatiónin og møguleiki fyri, at ÍF fór at skora sigursmálið.

 

Og so var tað, at Skála fimm minuttir undan leikloki skoraði 3-2 sigursmálið. Støðan varð vandamikil, tá ið ÍF á egnari hálvu misti í uppspælinum.

 

Málskjútti var innskifti Markus Isaksen (skeivur málskjútti er á dómaraseðlinum). 17 ára gamli álopsspælarin er nýggjur á besta liðnum. Tríggjar ferðir fyrr í ár er hann skiftur inn, og einaferð hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld varð hann skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og fimm minuttir undan leikloki skoraði hann sigursmálið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í bestu deildini.

 

Ragnar Skála legði innfyri úr høgru, og við handara stólpa og stutt úr málinum stýrdi Markus Isaksen bóltin í málið.

 

Skálalegan stórfegnaðist, og hóast fuglfirðingar vóru sum slignir á nevið, so reistu teir seg aftur. Og tað eydnaðist teimum at seta bóltin í málið. Teir hildu, at nú var tað aftur javnt, men dómarin kolldømdi málið, sum Elvio Gelmini skoraði. Dómarin metti, at ÍF spælarin gjørdi fríspark, áðrenn hann eftir framlegging og eitt sindur úr høgru stýrdi bóltin í málið.

 

Og so vann Skála fulla úrtøku við 3-2 heimasigri, sum skálamenn tóku stórt stig til fyrra partin av fyrra hálvleiki. Í 13. minutti var ÍF verjan óheppin at gera sjálvmál, og fimm minuttir seinni var tað Carlos Ferreira, sum út stuttari fjarstøðu økti um munin til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá Carlos Ferreira í ár. Hann er toppskjútti á Skála.