Fuglfirðingar vórðu kløkkaðir

1. DEILD: Tá ið ÍF sá út til at hava kós ímóti tryggum sigri, svaraði B36 aftur og javnaði, áðrenn ÍF í síðsta minutti skoraði sigursmálið

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið ÍF seinnapartin var gestur í Gundadali hjá teimum næstbestu í B36.

 

ÍF stríðist fyri at endurvinna plássið í bestu deildini, meðan B36 roynir at varðveita plássið í bestu deildini við menningarliði.

 

Stigatalvan sigur, at ÍF var stórfavorittur, og ÍF vann 3-2, men talan varum um aldukamb og aldudal, áðrenn tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist Gundur E. Petersen at skora 3-2 sigursmálið. Uppleggið átti Dánjal á Lakjuni.

 

ÍF var væl meiri í álopi enn heimaliðið, og í fyrra hálvleiki skoraði ÍF einasta málið. Tað var Jóhan J. Højbro, sum tíggju minuttir undan steðginum setti bóltin í málið. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 17 ára gamli Jóhan J. Højbro var málskjútti á besta liðnum hjá ÍF.

 

Sjey minuttir eftir steðgin økti Gundur E. Petersen um munin til 2-0, og tá sá tað út til, at spurningurin var meiri, hvussu stórur ÍF sigurin fór at verða, heldur enn hann var, um B36 fór at megna at reisa seg.

 

Men so vendi alt, og B36 skoraði tvey mál og so var 2-2.

 

Eliesar Johannesen minkaði eftir lítlan tíma um munin til 2-1. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla Eliesari í næstbestu deildini, og so tevjaði B36 møguleikan. Eitt korter undan leikloki var tað Mattias Hellisdal, sum javnaði til 2-2. 16 ára gamli Mattias Hellisdal hevur verið fastur maður á B36 liðnum í ár, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.

 

Og so var tað, at Gundur E. Petersen í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði 3-2 sigursmálið hjá ÍF. Gundur er toppskjútti hjá ÍF við seks málum.

 

ÍF er oddalið við 26 stigum – tvey stig frammanfyri TB sum leygardagin fer at spæla á heimavølli ímóti Undrið FF.

 

B36 er á áttanda plássi við 10 stigum – trý frammanfyri NSÍ sum er á niðurflytingarplássi.

 

18. juni eigur ÍF heimavøll ímóti HB, og tá fer B36 at spæla á útivølli ímóti grannunum í Undrið FF.