Tað endaði 1-1, tá ið ÍF í góðveðrinum í Fløtugerði høvdu vitjan av NSÍ.
Á spælarum og áskoðarum sæst, at tey í heimaleguni fegnast um at hava vunnið eitt stig, meðan tey í NSÍ leguni eru vónbrotin yvir, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku, og at møguleikin at vinna europeiskt atgongumerki umvegis landskappingina nú er longri burtur, enn hann longu undan hesum umfarinum var.
Steinbjørn Olsen, sum í dag átti sentralan og framrættaðan leiklut á miðvøllinum, legði beinanvegin ÍF á odda við rimmar skoti, og lítla løtu seinni var 1-1. Klæmint A. Olsen legði eftir sending fram á miðásinum bóltin inn um verjuna, har Jacob Trenskow var púra leysur, tá ið hann setti bóltin framvið Jákup Nolsøe Olsen, sum eftir langan skaðasteðg var aftur millum ÍF stólparnar.
NSÍ var omaná í fyrra hálvleiki, men gestirnir kendu ikki sína vitjunartíð, tá ið teir vóru í góðum støðum og spældu seg til møguleikar. ÍF verjan kendi ágóðan av, at Jákup Nolsøe Olsen aftur var millum stólparnar, og tá ið NSÍ royndi seg við innleggum, vóru sendingarnar ikki nóg neyvar.
Eftir steðgin var tað minni ferð á, og oftast gekk tað heilt striltið at varðveita bóltin, samanspæla og vinna málmøguleikar.
Tað kendist og hoyrdist, at ÍF spælararnir og teirra viðhaldsfólk vóru væl nøgd við at vinna eitt stig. Og tað kendist og hoyrdist, at NSÍ spælararnir og teirra viðhaldsfólk vótu ikki nøgd við, at teirra lið stóð til at tapa tvey stig.
NSÍ royndi og royndi, men tað eydnaðist ikki at vinna upplagda málmøguleikan. ÍF miðvøllurin stóð seg væl, og ÍF verjan ofraði seg fult og heilt. Og sum tíðin leið, lá tað eins nógv í luftini, at møguleiki var fyri, at tað fór at verða heimaliðið, sum fór at skora, um nakað mál kom aftrat.
Tað endaði 1-1, og tað vóru Agnar Prestá og hansara menn nøgdir við.
Fyri André Olsen og teir í NSÍ var hetta ikki nóg gott.
Spurningurin er nú, um annar ella báðir venjararnir vera í sama leikluti, tá ið næstu dystur verður.
Sambært skránni fær ÍF um eina viku vitjan av HB, og NSÍ skal spæla á útivølli ímóti B36.
ÍF - NSÍ 1-1 (1-1)
1-0: Steinbjørn Olsen
1-1: Jacob Trenskow
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Elias J. Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Jens Joensen, Ólavur Niclsen – Emil Weihe Joensen, Karl Løkin – Ari Ó. Ellingsgaard, Steinbjørn Ol sen, Hans Jákup Lervig – Jan Ó. Ellingsgaard
NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft – Mórits Heini Mortensen, Tróndur Jensen, Aron Knudsen – Jakob Trenskow, Klæmint A. Olsen, Jørgen Nielsen