Lagið var ikki gott í ÍF leguni eftir síðsta bríksl fyri viku síðani við Stórá í Trongisvági. Fulgfirðingar høvdu tá verið ellivu ímóti tíggju í meiri enn ein tíma, men kortini eydnaðist tað ikki at vinna.
ÍF venjarin, Aleksandar Jovevic fílist á avrikið:
-Vit stríddust ikki nóg væl, tí teir vunnu nærdystirnar og returbóltarnar, og vit megnaðu ikki at samanspæla fram eftir vøllinum. Vit sparkaðu ov nógv.
Hjá ÍF kemur tað væl við, at Bartal Eliasen er tøkur aftur eftir leikbann. Harvið verður Karl Løkin fluttur úr miðverjuni og fram aftur á miðvøllin, har hann er álitið. Tað eigur at vera styrkur hjá ÍF, at Adeshina Lawal er tøkur aftur eftir leikbann tríggjar tær seinastu ferðirnar.
Fritleif í Lambanum er skaddur, og tað er ivasamt, um Andy Olsen verður førur fyri at spæla.
Tølini siga, at ÍF stendur seg væl betri á heimavølli enn aðra staðni. Higartil er úrtøkan sigrar á KÍ og B36 og javnleikur ímóti HB.
Lagið er gott í FC Suðuroy leguni, eftir at tað sunnudagin við 2-1 sigri á EB/Streymi eydnaðist liðnum fyri fyrstu ferð síðani uppflytingina at lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Seks stig eru vunnin burtur úr trimum teimum seinastu umførunum. Í triðja dystinum misti FC Suðuroy javnleikin ímóti HB á stokkinum.
-Heimavøllurin er nú soleiðis, sum vit høvdu vónað. Takið verður nú eisini at vinna úrtøku á útivølli. ÍF í Fuglafirði er stór avbjóðing, men tað telur nógv, at hugburðurin er so góður, sum tað sást ímóti EB/Streymi, sigur Jón Krosslá Poulsen.
Salmundur Bech er framvegis skaddur. Tað er ivasamt, um Jón Áki Jacobsen og Høgni Madsen verða førir fyri at spæla ídag.