Eftir at konan hevði noktað honum at fara til landsdyst, lat maðurin vreiðina ganga út yvir sonin. Hann fekk ein treytaðan dóm í Føroya rætti, fyri at sláa sonin fleiri ferðir.
IKEA hevur eini boð til føroyskar kundar. Nakrar av lampunum, svenska fyritøkan hevur selt, eru vandamiklar, og tí verður heitt á fólk um at lata tær inn aftur til handilin.
Nú er alment, hvør stillar upp til umboðsráðsvalið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. 26 fólk, 24 menn og 2 kvinnur stilla upp.
Fuglfirðingar skulu hava nýggjan prest, nú prestur skal í barnsburðarfarloyvi í níggju mánaðir. 15. mai skal nýggjur prestur byrja.
Samgongan fær nú atfinningar frá einum partamanni, tá borgarstjórin og tjóðveldismaðurin í Vági, Dennis Holm, hartar samgonguna fyri ikki at halda orð. Heldur enn at flyta arbeiðspláss úr miðstaðarøkinum út í útjaðaran, ger samgongan tað mótsatta, sigur hann.