Fuglfirðingar skulu hava nýggjan prest

Mynd: Folkakirkjan.fo

Fuglfirðingar skulu frá 15. mai venja seg við eitt nýtt andlit, tá tey fara í kirkju.


Vegna barnsburðarfarloyvi søkir fólkakirkjan nevniliga eftir einum sóknarpresti at starvast í Fuglafjarðar prestagjaldi í umleið 9 mánaðir.


Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.


Í Fuglafjarðar prestagjaldi eru tríggjar kirkjusóknir, Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn, umframt bønhúsið í Hellunum. 

Mynd: Folkakirkjan.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo

Mynd: Folkakirkjan.fo