Fuglfirðingurin sum gjørdist brasilskur yrkistónleikari

Í hesum døgum vitjar fuglfirðingurin Atli Ellendersen í Føroyum. Hann hevur búð í Brasiliu síðan 1989, har hann er professionellur violinspælari. Sosialurin hitti hann til eitt prát um tónleik, Brasilia, føroyska málið, útlegd og sjálvandi fótbólt og samba

SUMMARGESTUR

 

 
- At byrja sum 15 ára gamal at spæla violin er 10 ár ov seint. Men eg havi altíð verið ein droymari, sigur Atli Ellendersen við einum brosi, ið prógvar, at dreymar kunnu gerast til veruleika.
- 14 ára gamal vildi eg sleppa at læra at spæla klaver, men tað var eingin lærari burtur av í Fuglafirði um tað mundið, greiðir Atli frá. Sum ungur spældi hann althorn og trombon í Fuglafjarðar Hornorkestri. Hann minnist serliga onglendingin John Carr og landsmann hansara Owen Stanesby, ið leiddu hornorkestrið og undirvístu í bygdini um tað mundið. Serliga tann seinna minnist Atli sum eina sanna íblástrarkeldu, sum ikki bert lærdi hann at spæla klaver, men so sannniliga eisini eggjaði honum og hansara vinmonnum at elska og virðismeta alla list. Tónleik, málningalist og skaldskap.
Helst hevur tað verið hetta, ið eggjaði Atla at fara at spæla violin, og hann avgjørdi at læna eina frá Frits Johannesen.
Hóast Atli ongantíð hevur roynt seg sum rokktónleikara, so var dreymurin har, og hann minnist hvussu hann sum smádrongur plagdi at síggja upp til mammubeiggjan Stanley, tá hesin plagdi at spæla við Silly Boys. Men hann valdi tann klassiska vegin.
- Tað var ótrúligur munur her á bygd og í Havn. Eg sang í kóri og spældi í hornorkestri. Vit hoyrdu um Tórshavnar musikkskúla, sum var tað heilt stóra fyri okkum, sigur Atli.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$20 minuttir avgjørdu lívið
 
Í 1977 flutti Atli til Danmarkar at ganga í skúla, og har fekk hann undirvísing í fiólspæli hjá Arna Svendsen úr tí tiltiknu Den Danske Kvartet.
- Tað er honum fyri at takka, at eg fór at spæla violin, greiðir Atli frá og leggur afturat, at hóast tað kann ljóða løgið, so føldi hann, at tað helst var fiólin, ið hann lættast fór at kunna liva av.
At byrja at spæla violin, tá ein fer í studentaskúla, er sum nevnt ikki heilt vanligt, men umstøðurnar á skúlanum vóru góðar, og Atli vandi fýra tímar hvørt kvøld. Tá skúlatingini vóru gjørd, fór hann at venja klokkan hálvgum átta og gavst ikki fyrr enn hálvgum tólv um kvøldið.
- Eg arbeiddi sum ein hestur ta tíðina, fortelur Atli.
Seinni flutti hann til Keypmannahavnar, har hann m.a. undirvísti, og í 1982 byrjaði hann á Musikvidenskabeligt Institut í sama býi, hóast hann ikki beinleiðis hevði ætlanir um lesa tónleikavísindi.
Á heysti sama ár fekk hann tó ein gyltan møguleika. Svendsen helt, at Atli átti at farið til Wien ella táverandi Leningrad at læra meira um fiólina, men júst tá varð meistaraklassi við undurbarninum Max Rostal boðir út í Sveis. Atli fór til upptøkuroynd og slapp gjøgnum nálareygað.
- Mítt lív bleiv avgjørt upp á hesar 20 minuttirnar, tá eg spældi fyri honum har, greiðir Atli frá. Rostal var tá 78 ára gamal og roknaður sum ein tann størsti tónleikanámsfrøðingurin í 20. øld.
- Tað tók mær eitt heilt ár at koma yvir hetta, tí øll 6 árini hugsaði eg, at Arne Svendsen sjálvur altíð hevði ynskt at sloppið at spælt hjá Rostal, men hevði ikki møguleika til tað. Tað var torført hjá einum fuglfirðingi, ið byrjaði at spæla violin sum 15 ára gamal at sodna hetta, sigur Atli um tíðina hjá Rostal.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Orkestrið í kreppu
 
Árini 1983 til 1987 búði Atli sostatt í Bern í Sveis.
Í 1987-89 var Atli tó aftur í danska høvuðsstaðnum, har hann royndi seg í Danmarks Radios Symfoniorkester, DRs Underholdningsorkester, Sjællands Symfoniorkester, og Hälsingborgs Symfoniorkester í Svøríki.
Í Bern var tað tó runnið saman millum Atla og táverandi konu hansara. Hon var úr Brasilia, og var hetta helst ein av orsøkunum til, at lívsleiðin hjá Atla gekk tann vegin. Tað ikki ætlanin at flyta til hetta stóra landið í Suðuramerika, men tey vórðu boðin við í eitt kamarorkestur, sum í áttatiárunum varð roknað sum eitt tað frægasta og best lønta í Brasilia.
Tað gekk tó ikki heilt eftir vild, tí í 1990 varð nýggjur forseti valdur í Brasiliu, sum setti ymsar lógir úr gildi, ið góvu listafólkunum góðar sømdir. Atli sigur, at onkrar av hesum lógum helst blivu misnýttar. M.a. vórðu listafólk helst ofta biðin um at skriva undir, at tey høvdu móttikið eina millión frá ávísum fyritøkum, men fingu tó bert eina hálva. Fyritøkurnar kundu so draga hetta frá í skatti, greiðir Atli frá. Forsetaskiftið førdi sostatt við sær, at kamarorkestrið kom í kreppu, sum kortini samstundis førdi við sær, at hurðar vórðu latnar upp uttanlands, og Atli kom sum tónleikari til býir sum Salsburg, Prag, Breno og Saarbrücken og Karlsruhe, har hann m.a. tók tvær fløgur upp í einum tí flottasta upptøkuhølinum í Týsklandi tá, minnist Atli.
Kamarorkestrið varð upployst, av tí at teir flestu limirnar búðu ov langt frá hvørjum øðrum, og at flutnings- og hotellútreiðslurnar tí blivu ov høgar.
Atli varð tó seinni sáttmálasettur  í einum øðrum kamarorkestri, sum hevði eitt kamarorkestur afturat sær, og her hevur Atli rættiliga fingið roynt seg. Í 1998 varð hann valdur til konsertmeistara og listaligan leiðara í bólkinum. Hesa uppgávu røkti hann til 2003.
Umframt at spæla í Washington, varð bólkurin eisini bjóðaður til Italia í sambandi við, at í ár 2000 vórðu 500 liðin, síðani Brasilia varð uppdagað av evropearum. Ein borgarstjóri bjóðaði teimum við til Rom og Firenze, og m.a. skuldu tey spæla á rásini RAI.
Hetta kundi tykjast ikki sørt skemtiligt, tí í fyrstu syftu varð ætlanin, at tey skuldu spæla í 10 minuttir, men tá italska rásin kom í leikin var fyrst skorið niður til tríggjar minuttir og so uppaftur meira. Tað endaði við, at tey spældu ein minutt á RAI, greiðir Atli skemtandi frá.
Atli er komin víða sum musikari, og umframt at arbeiða sum studiotónleikari í Brasiliu, hevur Atli latið violinstreingirnar tóna í flestu norðurlondum, Týsklandi, Slovakiu, Kekkiu, Eysturríki, Italiu, Uruguay og USA.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Týdning at spæla
 
Atli sum er føddur í 1959 hoyrir til tað fyrsta ættarliðið av føroyingum, sum nam sær tónlistaliga útbúgving til kundi liva av hesum.
Sjálvur avdúkar Atli, at tað vóru ambitiónirnar um at spæla og ikki bara at undirvísa, sum m.a. gjørdi sítt til, at Atli royndi seg uttanlands, og at tað var serliga trupult í áttatiárunum at koma aftur til Føroya, um tað var hetta ein ætlaði.
Atli viðgongur, at hann av tí sama ikki hevur havt somu møguleikar at lagt lunnar undir musikkskúlaskipanina sum onnur, ið hava búð her, men hann heldur seg hava veitt sín stuðul við at hava verið her ofta og spælt og seinastu árini eisini bílagt verk frá føroyskum tónaskøldum. Atli metir tað nevniliga hava týdning  eisini fyri ein musikklærara - at hann eisini er virkin musikari, so at hann heevur bæði bein á jørðini, sum hann tekur til, og veit hvat tað snýr seg um, so alt ikki bara er ástøði.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Brúk fyri yrkiskamarorkestri
 
Atli fegnast um menningina, sum hevur verið í føroyskum tónleiki, síðani hann fór úr Føroyum seinast í sjeytiárunum.
Spurdur, hvussu vit kunnu menna tónleikalívið enn meira, sigur Atli, at hann kundi hugsað sær, at tað var eitt yrkiskamarorkestur við einum kamarkóri, sum møguliga hevði eina blásikvintett afturat sær. Hetta kundi so verið ein professionell kjarna í symfoniorkestrinum, sum kundi vant fyrrapartar og undirvíst seinnapartar. Eisini kundu tey ferðast kring landið og havt avtalur við útvarp og sjónvarp.
Atli er nevniliga bangin fyri, at fleiri av teimum, sum vilja spæla, ikki koma heimaftur, um tey verða noydd at undirvísa ov nógv, og at tey talentini, sum verða framleidd, verða send á konservatoriir uttan at koma aftur í aftur, um tey verða dømd at undirvísa ov nógv, sum Atli tekur til. Hetta er nevniliga eitt kent fyribrigdi aðrastaðni.
Atli kallar hetta ein spurning um vilja, tí at longu við 12 fólkum kanst tú gera eitt strúkiorkestur, og við eini 12-16 sangarum var nóg mikið til eitt kór.
- Hetta við kórinum er upplagt, tí vit hava so sterkar kórtraditiónir í Føroyum, metir Atli. Harafturat grundgevur hann við at siga, at repertoire fyri strúkiorkestur er sera stórt, tí verk eru skrivað líka frá barokktíðini til dagin í dag.
- Vit kunnu altíð vóna, men tað er neyvan realistiskt við einum fullmannaðum symfoniorkestri í Føroyum, og tí er tað gott sum tað er í dag, at lesandi koma afturat, sigur Atli um ta núverandi skipanina við symfoniorksetrinum.
Atli fegnast eisini um samstarvið við Summartónar og føroysku tónaskøldini, og heldur tað vera imponerandi, hvussu væl tann rútmiski tónleikurin klárar seg í Føroyum og metir, at plátufeløg sum Tutl skuldu havt góðar møguleikar, nú leikluturin hjá teimum altjóða plátufeløgunum minkar. Somuleiðis heldur hann tað vera flott, at tað eitt nú ber til at skipa fyri einum tiltaki sum Asfalt, har einir 70 føroyskir bólkar vóru við.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Til stuttleika nevnir hann at enda, at dóttir hansara, hvørs tónaoyra hann sigur seg líta á, herfyri vildi vera við, at hon hevði hoyrt Guðrun Sólju í einum supermarknaði í Brasiliu, so føroyskur tónleikur kemur víða, staðfestir Atli, sum 2. juli nýgiftur kom til Føroya. Hann skal verða pápi í november, og hetta er fyrstu ferð, at kona hansara er í Evropa. Hóast føroyskur matur ikki hevur verið borðreiddur fyri henni allatíðina, so er alt øðrvísi her, ja, sjálvt góðgætið og sodavatnið, greiðir Atli frá, tá hann roynir at lýsa munin millum Suðuramerika og Evropa.
Hesa seinastu tíðina hevur hann havt framførslur á Summartónum. Hóskvøldið spældi hann í heimbygdini Fuglafirði, í morgin verður hann at hoyra í Listaskálanum í Havn, og mánadagin fer hann at vísa síni kynstur á fiólini í Norðurlandahúsinum.