Eftir stóra umvæling, verður 10-mannafarið Fuglfirðingur flotaður í dag kl 17, t.v.s. aftaná flaggdagshaldið kl 16. Báturin er ikki mannaður enn, men áhugið er at manna bátin, verður sagt úr felagnum. Og verður skipað fyri oldboys-róðuri fyri 10-mannafør á onkrari stevnu, fer heilt víst ikki at standa á at manna bátin. Fuglfirðingur er bygdur í 1961 av kenda bátabyggarinum Niclas í Koltri, og hetta er ein av teimun fáu kappróðrabátunum, sum eru eftir frá hansara hond. Báturin róði sín fyrsta róður 1962. Fuglfirðingur var Føroyameistari í 1967 og í 1968. Báturin hevur ikki luttikið í kappróðri síðan seinast í 70’unum ella fyrst í 80’unum. Í samband við dagin hevur ÌF-Kappróður opið neyst fyri almenninginum.










