Ì kvøld klokkan 19 verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tosað verður um gamlar dagar í Fuglafirði, har týdningarmiklastu arbeiðsplássini í bygdini verða umrødd.
"Bedingsmenninir" og "smiðjumenninir" eiga fyrsta kvøldið. Næsta kvøldið fara tey, ið starvaðust í Piddasa handli og hjá Haraldsen at siga frá.
Onnur arbeiðspláss verða á skránni seinni í vetur.
Kendi upptøkumaðurin Zacharias Hammer,saman við sínum fólki, tekur alt upp á film, so fuglfirðingar koma at eiga part av søgu Fuglafjarðar á sjónbandi.
Í morgun tosaði Rás2 við Signar á Brúnni um kvøldsetuna, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í Kvøld.
Tað ber til at hoyra prátið við Signar á Brúnni undir greinini.