Fuglfirðingar fara niðan á Skarð í morgin

Árligi fólkafundurin uppi á Skarð millum Fuglafjørð og Hellurnar, sum Fornminnisfelagið í Fuglafirði og Kunningarstovan skipa fyri, verður í morgin.

Farið verður til gongu úr Fuglafirði ? frá Kunningarstovuni á Bugnum ? kl. 14. Tá ið komið verður niðan, fer Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður, at halda røðu. Eisini verður sum vanligt felagssangur.

Fólkafundurin á Skarðinum, sum er tann sekstandi í røðini, endar umleið klokkan 16, og tá er høvi at ganga ein túr niðan á Altarið.

- Øll eru vælkomin til tiltakið, og heitt verður á fólk um at hava matpakka við, heilsa tey úr Fuglafirði.