Fuglaveiða

Vit, sum minnast aftur í sekstiárini og kanska eisini í fimmtiárini, vilja minnast, at um tú ynskti eitt kók ella tvey av tí vælsmakkandi álku ella lomvigu, so var bert at fara ein túr út á fjørðin, har var bæði á vári og á heysti nokk av svartfugli, og fuglabjørgini vóru á tremur av fugli.

Tíverri hendi okkurt fyri ikki so langari tíð síðan. Fuglurin fór at minka, og nú er stórt sæð eingin svartfuglur eftir í teimum flestu bjørgunum.

Tað fyrsta eg minnist, tað vil siga í fimmtiárunum, var næstan eingin almenn regulering, men tá fuglurin fór at minka, kom Løgtingið uppí, og tann seinasta lóg um fuglaveiðu sigur, at bert er loyvt at veiða lunda, lomvigu og álku frá 1. oktober til 20. januar.

Hetta er sjálvandi gott og neyðugt, men eg haldi, at vit áttu at farið longur og bannað allari veiðu, í øllum førum av álku og lomvigu, tí, tað sum verður skotið í nevnda tíðarskeið, er ikki fuglur úr føroyskum bjørgum, onkur sigur, at hann kemur úr Íslandi, onnur siga Hetlandi, men tað kunnu fuglafrøðingar siga nærri um.

Eg haldi bara, at tað ikki kann vera rætt, at vit - uttan fyrilit - skjóta í túsundavís av hesum gestafuglum, og eg rokni eisini við, at tá okkara grannar varnast, hvussu umfatandi henda veiða er, fer tað at skapa okkum trupulleikar.

Eg fari tí at heita á Løgtingið at handla, áðrenn grannarnir gera tað.